Fótbóltur

Zidane gevst í Real Madrid

Spanska stórfelagið hevur tó ikki váttað tíðindini enn.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-27 11:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skeiðið við franska Zinedine Zidane sum høvuðsvenjari í spanska stórfelagnum Real Madrid tykist vera av á hesum sinni. Tað skriva fleiri miðlar, teirra millum AS, Marca og Sky Sports.

Sostatt bendir alt á, at Real Madrid skal hava nýggjan venjara eftir eitt kappingarár uttan steyp yvirhøvur.

Miðilin AS skrivar, at bæði spælarar og leiðsla í felagnum eru kunnað um at Zidane nú gevst. Real Madrid hevur tó enn ikki váttað tíðindini alment.

Hetta er triðja ferðin, at Zidane sigur Real Madrid farvæl. Fyrst sum spælari frá 2001 til 2006 og síðan sum venjari fyrst í tíðarskeiðinum 2016 til 2018 og so aftur nú, frá 2019 til 2021.

Hetta kappingarárið gjørdist Real Madrid nummar tvey í La Liga, og tað eydnaðist heldur ikki at vinna heimligu steypakappingina, Copa del Rey ella Champions League. Hetta er fyrstu ferð í 11 ár, at Real Madrid fer í summarfrí uttan at hava vunnið eitt av hesum steypunum, skrivar tv2.dk.

Í fjør eydnaðist Zidane og Real Madrid at vinna bæði spanska meistaraheitið og steypakappingina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder