Hann er uppvaksin á Tvøroyri, og sleit sínar fyrstu barnaskógvar á Sevmýru og síðani við Stóra í Trongisvági.
Stefan Radosavljevic, ið er sonur navnframa Sasha Radosavljevic, sum um aldarskiftið skoraði nógv mál fyri TB og GÍ, brúkti meginpartin av sínari barna- og ungdómstíð á fótbóltsvøllinum.
– Ja, vit smádreingir gjørdu ikki nógv annað enn spældu og hugsaðu um fótbólt. Vøllurin var eitt fantastiskt spælipláss, fortelur Stefan, ið higartil hevur spælt trettan U21-dystir fyri Føroyar og skorað 4 mál, fyri fsf.fo
Í 2016 spældi Stefan Radosavljevic sín fyrsta dyst í fremstu deildini. Fyrstu árini umboðaði hann TB og felagsliðið, TB/FCS/Royn. Men í steðginum í 2019 valdi hann at skifta til B36, og fekk samstundis sínar fyrstu minuttir á U21-landsliðnum. Nú spælir Stefan fyri HB og er liðformaður á U21-landsliðnum
– Eg elski at spæla fyri Føroyar. Og tað, at eg nu eri liðskipari á U21-landsliðnum er ein góð kensla. Men ábyrgd fylgir við, og tað skal eingin ivast í, at hesa ábyrgd taki eg í fullum álvara, sigur 21-ára gamli Stefan Radosavljevic við heimasíðuna hjá FSF.
Stefan í ótrúliga 1-1 dystinum móti Fraklandi í Gundadali fyri einum mánaði síðani (Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)
Tveir EM-undankappingardystir eru á skránni hjá U21-landsliðnum í hesum umfarinum. Hósdagin klokkan 14:00 spæla Føroyar og Norðurmakedónia í Klaksvík, og týsdagin 12. oktober spælir føroyska liðið á útivølli móti Ukraina.
Atgongumerkjasølan til dystin við Djúpumýru í Klaksvík ferð fram í Nethandlinum á fsf.fo. Kostnaðurin er 95 krónur.
Les eisini:
Stórur áhugi fyri U21-dystinum
Bagge: - Vit fara eftir sigrinum
Stefan Radosavljevic
Føðingardagur: 8. september 2000 (føddur í Serbia)
Feløg: TB, TB/FCS/Royn, B36 og HB
Dystir í fremstu deildini: 117
Mál í fremstu deildini: 31
U21-landsdystir: 13 (4 mál)
U19-landsdystir: 10
U17-landsdystir: 9
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald