Annað

- Eitt serligt upplivilsi fyri okkum allar

Hetta sigur landsliðsvenjarin, Bárður Bendix Mikkelsen, undan EM-kappingini á heimavølli, sum byrjar við dysti móti Grønlandi í kvøld.

2019-10-04 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 16.00 spæla Skotland og Ísland fyrsta dystin í EM-kappingini fyri smátjóðir, sum í vikuskiftinum verður leikt í Høllini á Hálsi.

Fyri føroyingar byrjar tað klokkan 18.30, tá Føroyar og Grønland bresta saman. Londini sum eru saman í ríkisfelagskapingum skulu hvør í sínum lagi royna at byrja kappingina væl. 

Hetta er samstundis fyrstu ferð í 30 ár, at manslandsliðið í flogbólti kappast á heimvølli. Bárður B. Mikkelsen og leikararnir eru sera spentir til hesa stóru og serligu avbjóðingina. Og teir vóna, at nógvir áskoðarar koma í høllina at stuðla liðnum

- Hetta er nakað heilt serligt. Tað er øgiliga langt ímillum, at vit í Føroyum skipa fyri slíkum kappingum fyri manslandslið; hetta er fyrstu ferð síðan oyggjaleikirnar í 1989, at A-landsliðið hjá monnum spælir kapping á heimavølli. Tí er hetta eitt serligt upplivilsi fyri okkum allar. Eisini fyri meg, tí eg slapp ongantíð at spæla nakrar týðandi dystir við landsliðnum á heimavølli. Eitt er, at okkara leikarar føla stuðulin, eitt annað er at tað leggur trýst á hinar leikararnar. So ja, tað hevur stóran týdning fyri okkum at fáa so góðan stuðul sum tilber, sigur landsliðsvenjarin.

Fyrrverandi landsliðsleikarin hevur fyrireika sínar menn til uppgávunar hetta vikuskifti. Og hann er væl nøgdir við tær: 

- Tað er ikki oftari enn so, at vit hava so nógvar leikarar til venjing, og sannleikin er faktiskt, at vit kundu havt uppaftur fleiri. Tí har vóru nakrir, sum av ymiskum ávum máttu geva avboð. Tí hava vit havt nakrar góðar venjingar, og tí er liðið nokk so væl fyri, sum tað kann vera. Leikararnir eru uppsettir at fáa eitt gott úrslit á heimavølli. Seinast manslandsliðið spældi á heimavølli, vann liðið kappingina, so vit hava eitt sindur at liva upp til, sigur Bárður B. Mikkelsen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá Flogbóltssambandinum. 

Elsti maður á liðnum er 37 ára gamli Suni Juul Pedersen, úr Fleyr, sum eisini er liðskipari, og yngsti maður er 20 ára gamli Hjørtur Joensen úr SÍ, so aldursspennið er vítt. Merkisvert er, at Jóan Petur á Stongum úr SÍ hevur tikið eitt tørn afturat á landsliðnum. Tað fegnast landsliðsvenjarin um:

- Uttan at taka nakað frá hinum leikarunum, so hevur Jóan Petur á Stongum nakrar øgiliga týdningarmiklar royndir og nakrar kvalitetir, sum hava sera ómetaliga stóran týdning fyri landsliðið. Tí tosaði eg við hann um at koma við hesaferð, og eg eri fegin um, at hann játtaði, sigur Bárður B. Mikkelsen.

Dysturin millum Føroyar og Grønland í kvøld kann stroymast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Ísland - Skotland kann stroymast á youtube


Teir 14 leikararnir, sum eru úttiknir at umboða Føroyar í kappingini eru
:

Úr Fleyr:
Tórður Højsted
Niels Niclasen
Rói Hentze
Suni Juul Pedersen
Jóhan Arni Elisson Wang
Bjarki Enni

Úr Mjølni:
Steffan Rosenlund Olsen
Thorvald Danielsen
Trygvi Hansen

Úr SÍ:
Hjørtur Joensen
Jóhan Petur á Stongum
Oskar í Haraldsstovu

Úr ÍF: 
Bjarni Larsen

Úr Marienlyst (DK):
Kasper Lorentzen    

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder