Kvinnulandsliðið er í hesum døgum savnað og fyrireikar seg til teir báðar seinastu dystirnar í undankappingini til HM. Mótstøðuliðini hesaferð eru Ukraina og Skotland, sum í løtuni liggja á ávíkavist fjórða og øðrum plássi í bólki B, og talan er harvið um tvey sterk mótstøðulið, sum næstu vikuna vitja á Tórsvølli
– Vit kenna sjálvandi ukrainska liðið frá útidystinum móti teimum í oktober. Tær hava nógvar sterkar og dugnaligar spælarar, og tær spæla við høgari ferð og nógvari orku, men vit vilja eisini á vøllin fyri at kunna skapa nakað frameftir
Hetta sigur Birita Ryan við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum. Ungi miðverjin úr KÍ, sum royndi seg sum landsliðsskipari á fyrsta sinni í vinardystunum í juni, letur væl at støðuni og lagnum í hópinum undan dystunum.
– Vit hava havt nakrar góðar venjingar hesar fyrstu dagarnar, og sum heild kenna vit okkum sera væl. Nú venja vit nakrar ferðir afturat og so gleða vit okkum bara ótrúliga nógv til at sleppa á vøllin fríggjakvøldið, sigur Birita Ryan.
Myndir: Bjarni Enghamar/FSF
Seinnapartin í dag skipar landsliðið fyri U9 venjing á Tórsvølli, har 150 gentur og dreingir úr átta ymiskum feløgum eru tilmeldaði, og fríggjakvøldið klokkan 18.00 taka kvinnurnar móti Ukraina á Tórsvølli. Til ber framvegis at keypa atgongumerki og melda til fjepparatiltak undan dystinum á fsf.atgongumerki.fo
Fleiri myndir eru at síggja á fsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald