Seinasta vikuskifti vóru 19 kvinnur til seinna part av átakinum "Venjaraleiðin", ið ereitt venjaraskeið fyri kvinnur, har luttakararnir taka B2 og B3 eftir einum nýskipaðum leisti.
Sí eisini: FSF varpið: Hetta burdu allir venjarar gjørt
19 aðrar kvinnur vóru í FSF-húsinum í samband við dómaraskeið - talan var um átakið "Dómaraleiðin".
Hetta var alt sum liður í heildarætlanini at menna føroyskan kvinnufótbólt og í samband við ætlaða EM endaspælið fyri U17 gentur, sum skudi verið í Føroyum í hesum døgum, skrivar FSF á heimasíðu sínari.
Á skeiðnum vóru 19 kvinnur, ið tóku grundskeiðið “FSF dómarin”. Í FSF varpinum, sum sæst omanfyri, ber til at hoyra Sólruna Hendriksdóttir Sørensen frá B71 greiða frá, hvat hon hevur fingið burturúr.
Fótbóltur
– Havi fingið meira innlit í spælið
Um vikuskiftið hava 19 kvinnur úr fimm ymiskum feløgum tikið lut á Dómaraleiðini. Hetta er liður í heildarætlanini at menna føroyskan kvinnufótbólt.
2021-05-04 21:22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald