Annað

- Innisúkkling verður ein vaksandi ítróttagrein í Føroyum

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon arbeiðir við at skipa kappingar í innisúkkling, eSúkkling. Torkil Veyhe súkklar í slíkari kapping í kvøld, men ikki undir Merkinum.

2021-02-24 18:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Innisúkkling er óiva ein ítróttagrein, har føroyingar kundu gjørt seg galdandi í altjóða høpi. Og so er tað eisini ein góður háttur at halda súkklivenjingina við líka, ta tíðina á árinum, tá veðrið ikki er so gott til súkkling heima í Føoyum.

Tað heldur Helgi Winther Olsen frá Serambandinum fyri Súkkling og Thriathlon undir ÍSF, sum er farin undir fyrireikingarnar at gera eina føroyska kapping, har súkklað verður innandura gjøgnum eina telduskipan.

Hann ivast ikki í, at hetta er ein møguleiki fyri at fáa teir nógvu súkklararnar, sum eru í Føroyum við í ítróttagreinina í staðin fyri bara at súkkla fyri seg sjálvar.

Innisúkkling, eisini kallað eSúkkling er ikki so nógv øðrvísi enn innirógving, har føroyingar hava fingið góð úrslit. Og tað er heldur ongin loyna, at føroyskir súkklarar hava funnið íblástur frá føroysku rógvarunum og teirra góðu úrslitum.

Tá súkklarnir tosa um innisúkkling, so er tað, tá talan er um at súkkla – við vanligari súkklu – á eini skipan, sum er knýtt í eina teldu.

Og sokallað eSúkkling ella ‘Cycling Esports’ er ein alsamt vaksandi ítróttagrein á altjóða støði, har skipað verður fyri stórum altjóða kappingum.

[object Object]
Helgi Winther Olsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Føroyska kapping
Í næstum fer Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon, SST, av álvara undir at skipa fyri kappingum í innisúkling við tí endamáli at kunna vera við til altjóða kappingar í framtíðini.

Tað upplýsir Helgi Winther Olsen, nevndarlimur í SST, sum hevur tikið stig til hetta arbeiðið.

- Hesin formurin fyri súkkling er sera áhugaverdur. Tað krevur rástyrki og kanska ikki so nógvan súkkluteknikk. Men skipanin er so mikið væl ment eftirhondini, at møguligt at at súkkla á teinum við brekkum, eins og var tað veruligt.

Tað er heldur ikki óvanligt, at rógvarar til dømis fáa góð úrslit í hesum kappingum, tí tað snýr seg líka so nógv um styrki, sum at duga væl at súkkla.

Avbjóðingin er, at um ein súkklari skal vera við í eini altjóða tykisligari kapping heimanífrá, so krevur hetta eitt sindur meira av útgerð, enn ta einfaldu útgerðina, sum kanska fleiri súkklarar hava gjørt íløgur í fyri at kunna venja heima í stovuni ella úti í gongini.

Torkil Veyhe kappast í kvøld
Ein føroyskur súkklari, sum hevur slíka útgerð er Torkil Veyhe, sum til í fjør súkklaði á professionellum støði í toppinum av danskari súkkling. Hann er nú givin sum professionellur fyri at hugsavna seg um arbeiði sítt sum verkfrøðingur.

Men hann súkklar framvegis, og í kvøld er hann við í eini altjóða kapping, kallað Scandinavian Cup 2021. Talan er um fyrsta umfar í hesi kappingini.

Pallurin har slíkar kappingar fara fram, kallast Zwift. Fleiri upplýsingar up kappingina, sum Torkil Veyhe luttekur í, sæst her

[object Object]
Torkil Veyhe (Savnsmynd)

Stríðast fyri Merkinum
Ein trupulleiki og avbjóðing er tó, at Torkil Veyhe og aðrir føroyskir súkklarar, sum ætla at vera við í slíkum kappingum, ikki kunnu luttaka sum føroyingar undir Merkinum.

- Vit eru í samráðingum við fyrireikararnar av hesum kappingum fyri at fáa merkið við millum alheims fløgg. Tað undarliga við skipanini í løtuni er, at ein kann velja Føroyar sum upprunaland, men ikki Merkið sum flagg afturat navninum á luttakaranum, greiðir Helgi Winther Olsen frá.

Hann roknar tó við, at hetta kann koma upp á pláss seinni í ár.

Sersambandið fyri Súkling og Triathlon undir ÍSF hevur ikki altjóða viðurkenning, men hetta er eitt mál, sum sersambandið støðugt arbeiðir fyri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder