Annað

- Málið er altíð at royna eftir bestu tíðunum

Signhild Joensen setur orð á Oyggjaleikaavrikið og fyrireikingarnar til HM í Suðurkorea, ið fyri hennara viðkomandi byrjar mánanáttina..

Signhild Joensen í hylinum á Gibraltar - Mynd: Sverri Egholm

Signhild Joensen í hylinum á Gibraltar - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-19 14:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesum døgum eru tríggir føroyskir svimjarar í Suðurkorea, har teir leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til HM á langgeil. Føroyingarnir skulu svimja í komandi viku. 

Les eisini:
Signhild, Alvi og Óli fyrireika seg til HM í Suðurkorea

Alvi Helm, Óli Mortensen og Signhild Joensen eru úttikin, og vit fingu seinnapartin orðið á Signhild úr Gwangjou, har klokkan spakuliga nærkast midnátt. 18-ára gamla kvinnan av Norðoyri kom beinleiðis av Oyggjaleikunum, har hon setti trý oyggleikamet í innleiðandi og í finalunum í 100 og 200 metrar rygg. Úrtøkuna har er hon rímiliga nøgd við:  

- Hóast eg hevði ynskt, at tíðirnar vóru eitt sindur skjótari, so eri eg glað fyri, at eg endurvann oyggjaleikagull í 100 og 200 rygg, samstundis sum eg koyrdi oyggjaleikametini væl niður, sum eg tók á Gotlandi í 2017. So samanumtikið eri eg glað, hóast tað kundi gingið betur.

Signhild Joensen og hini bæði føroysku umboðini fóru beinleiðis víðari frá Gibraltar til Suðurkorea. Seinastu dagarnar eru brúktir til til venjing og tilvenjing í Gwangjou: 

- Eg havi fyrireika meg til HM sum til allar aðrar kappingar. Seinastu dagarnar hava vit so fyririreika okkum her. Vit komu longu uppá pláss í Gwangjou tann 14 juli, so seinastu vikuna hava vit vant nógv, og vit hava roynt at vant okkum við umstøðurnar og tíðarmunin.

Signhild er til sítt triðja HM. Í 2017 luttók hin til HM á langgeil í Ungarn, og í desember á stuttgeil í Kina. Í mun til dømis á Oyggjaleikum eru heiðursmerki ikki realistisk, men tað eru betring av tíðum, ið Signhild, Alvi og Óli fara eftir: 

- Eg vóni at raka formin betri og svimja skjótari her enn á Gibraltar. Málið hjá okkum til slíkar kappingar er altíð at royna eftir bestu tíðum. Plaseringin hevur sjálvandi eisini okkurt at siga, men fyrst og fremst eru tað tey persónligu metini sum vit royna eftir. 

Signhild Joensen er tann fyrsta, ið skal í hylin í Suðurkorea. Tað er í 100 metrar rygg, ið er ein sterk grein hjá henni. Hetta verður mánanáttina føroyska tíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder