placeholder
Fótbóltur

Nú er talan bert um tímar

Niðurteljingin er av álvara byrja til avgerandi dystin um FM-heitið, sum hesaferð er sum ein finala. KÍ kann við minst einum javnleiki í Gundadali vinna sítt fyrsta FM í tjúgu ár. B36 skal vinna fyri at fáa sítt fjórða FM seinastu níggju kappingarárini í hús.

B36 og KÍ skulu frá klokkan 15 til áleið klokkan 17 stríðast um FM-heiti (Mynd: Sverri Egholm)

B36 og KÍ skulu frá klokkan 15 til áleið klokkan 17 stríðast um FM-heiti (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-26 11:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2005 var Gundadalur karmur um eina sera spenanndi FM-finalu millum B36 og HB. Árstalsfelagið var stinnari av grannunum, og kundi lyfta steypið í bankandi sól til stóran fagnað fyri tey í sunnara skýlinum. Tá var Skála eisini íblandað í FM-stríðið, men hesaferð eru tað bara tey liðini sum spæla í Gundadali í 27. Umfari, ið hava møguleikan at lyfta steypið. Talan er um eitt spildurnýtt steyp, ið Christian Andreasen, forseti í FSF skal handa, og tað verður allarhelst ikki sól yvir Ovara Vølli, men heldur nakað av regni, tá tann eina lega kann stórfegnast.

[object Object]
Nýggja steypið er til reiðar í Gundadali. HB vann í fjør tað undanfarna til ognar (Mynd: FSF/Bjarni Enghamar)

B36 hevur vunnið trý FM seinastu átta árini og fimm hesa øldina. KÍ hevur einki vunnið hesa øldina – tjúgu ár eru síðani seinast, og fyri at telja upp í fimm meistarheiti er neyðugt at fara aftur í 60’ini. Vinnarasiðvenjan er har í Klaksvík, men ikki hjá teimum ið nú spæla í KÍ nú. Hetta royna teir at broyta í KÍ, og síðani Mikkjal Thomassen kom til undan kappingnarbyrjan í 2015 hevur ein menning verið, Løgmanssteypið kom í hús í 2016, og nú hevur KÍ á fyrsta sinni síðani 1999 FM í egnum hondum á seinast í leikdegi.

FM-royndirnar eru í B36

Videoupptakt: 20 ár síðani seinast
Ongantíð hava tvey lið havt so nógv stig áður

Í løtuni er stórur felags morgunmatur í KÍ-hølliniÁ middegi byrjar stór upphiting í B36-húsinum

[object Object]
Áskoðarnir fara eisini at spæla sín leiklut í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Í 2011 vann B36 FM við heili 67 stigum. Tá vóru Mikkjal Thomassen og John Petersen venjarar og Jákup á Borg ein lyklaleikari. Sjey FM sum leikari – nú skal føðingardagsbarnið royna at vinna sítt fyrsta FM sum venjari á sínum triðja ári í sessinum. Til hetta krevst ein sigur á liðnum, sum kemur til Gundadal við átta sigrum á rað og við einari risastórari og vælfyrireikari áskoðarafjøld. B36 er tó ósigrað í heili 19 dystum, 16 av hesum eru endaðir við sigri, og heimaáskoðarnir eru eisini til reiðar at gera sítt. Í steypafinaluni í fjør sigraði B36, har frálíku áskoðarnir spældu sín leiklut.

[object Object]


FM-biðlarnir lata sera fá mál inn
Videoupptakt: FM-dreymar í Gundadali

Í hópunum hevur serliga verið ivamál um føstu vinstru bakkarnar. Ísak Simonsen var ikki við móti NSÍ sunnudagin – Ólavur Niclassen røkti plássið. Ísak hevur vant tað mesta av hesi vikunu, og verður allarhelst við í hópinum hjá KÍ í dag. Tað verður Alex Mellemgaard helst eisini hjá B36, men ivasamt er um bakkurin er førur fyri at byrja/spæla nógv. Hann noyddist út tíðliga í dystinum í Sarpugerði og hevur vant lítið og einki í vikuni. Eli Falkvard Nielsen hevur eisini havt nakrar avbjóðingar, men miðvalalrin spælir helst í dag. Annars verða bæði liðini mannaði so at siga á sama hátt sum seinastu umførini.

[object Object]
Fasti vinsti bakkurin hjá B36, Alex Mellemgaard, er helst størsta ivamálið til finaluna (Mynd: Sverri Egholm)

Liðini hava vunnið hvør sín inanhýsis dyst í ár. B36 er einasta liðið, ið hevur vunnið á Djúpumýru í Betrideildini, fyriuttan KÍ, og B36 hevur bert tapt ein dyst á heimavølli. Lagt er upp til eitt risastórt brak og stóran spenning og nógv drama í Gundadali seinnpartin. Vit verða til staðar og hava ymiskt tilfar áðrenn dystin, undir dystinum og eftir dystin.

15.00: 
B36 - KÍ

Støðan: 
1.KÍ (63 stig - +40)
2.B36 (63 stig - +33)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder