Nevndin hjá KÍ undrast nú á handfaringina hjá Fótbóltssamband av útsetanini av 1. umfari í Betrideilini. Í tíðindaskrivi í dag verður víst á, at FSF tók avgerðina uttan at tosa við feløgini. Í gjárkvøldi komu B36 og HB eisini við skrivum við nakað líknandi boðskapi. Nevndin í ÍF hevur eisini sent FSF skriv, har víst verður á ónøgdina hjá felagnum við mangandi/seinu kunningina. Nakað ið B36 og HB eisini vístu á.
Les eisini:
B36: Hetta sømir seg ikki einum fótbóltssambandi
HB undrast eisini á avgerðina hjá FSF
ÍF:-Skulu ikki fáa upplýsingar um slíkt gjøgnum miðlarnar
Í Klaksvík varð ein ítøkilig ætlan gjørd og víst fyri FSF. Hon snúði seg um, hvussu KÍ kundi hýsa stórdystinum móti B36 við 500 áskoðarum, um tað skuldi vera neyðug. Felagið staðfestir í tíðindaskrivi í dag, at coronasmittan skal takast í álvara, men at mett varð, at avgerðin hjá FSF fríggjakvøldið um at spæla áskoðarar ikki var røtt.
Les alt tíðindaskrivið hjá KÍ her:
FSF tók eina avgerð um at forbjóða áskoðarum at koma til dystin ímillum KÍ og B36. Hesa avgerð tók nevndin hjá KÍ ikki undir við av tí at vit ikki mettu at tað var besti mátin at fylgja tilmælinum frá heilsumynduleikunum uppá.
Um vit valdu at stongja portrini vóru vit vís í at fólk fóru at samlast kring hegnið uttan at vit kundu stýra fólkamongdini.
Vit skiltu at sporleikin á smittuni er mest umráðandi fyri at mynduleikarnir kunnu finna fram til møgulig smittaði.
Vit komu tí til tað niðurstøðu at deila vøllin upp í 4 sonur har allar í alt vera 500 fólk sum heilsumynduleikin tilmælir. Øll atgongumerki verða seld umvegis okkara netskipan har øll skulu upplýsa navn, eftirnavn, tlf nr. og teldupost. Við hesum uppskotinum kunnu vit skjótt og einfalt síggja hvør var í hvørjari sonu um nú onkur skuldi gjørst sjúkur.
Vit sendu FSF hesa ætlan men hoyrdu einki aftur uttan at umfarið var útsett.
Vit undrast á hvussu FSF hevur valt at handfara hesa støðuna uttan at tosa við feløgini, har vit saman kundu funnið eina loysn. Eingin ivi skal vera um at KÍ tekur koronasmittuna í stórsta álvara og vil til eina og hvørja tíð fylgja tilmælunum frá heilsumyndileikanum.
Vinarliga
Nevndin í KÍ
Nevnda áskoðaratalið í upprunaligu introini og í upprunliga tekstinum hjá Portalinum var skeivt - Rættað 18.26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald