Í gjárkvøldið sendu B36 og HB bræv til FSF og vístu á sína ónøgd viðvíkjandi handfaringina av útsetanini av 1. umfari. Hesi skrivini vórðu gjørd almenn á Facebook-síðuni hjá havanrfeløgunum.
Les eisini: - Hetta sømir seg ikki einum fótbóltssambandi
HB undrast eisini á avgerðina hjá FSF
ÍF hevur eisini sent FSF eitt skriv um støðuna men hevur valt ikki at deila tað alment:
- Vit hava valt ikki at gera tað alment. Vit halda, tað er rætt, at taka tað upp við tann, sum man er ónøgdur við fyrst og síðani royna at finna eina loysn. Vit hava fingið at vita, at FSF í komandi viku fer at tosa við feløgini um ætlanirnar til komandi vikuskifti.
Hetta sigur Georges Rouah, sum er formaður í ÍF, við Portalin. Hann sigur, at felagið tekur fult undir við avgerðini hjá FSF, men at framferðarhátturin viðvíkjandi kunningini í gjárkvøldið, ið var skeivur:
- Vit sum felag virða 100 prosent avgerðina um at útseta fyrsta umfar. Tað er gott, at fótbólturin tekur samfelagslilgt atlit. Tað er tó ikki rætt, at vit skulu frætta um avgerðina í miðlunum – góðan hálvan tíma áðrenn, at vit sum felag fáa kunning um tað. Tað er ikki rætti hátturin at fremja samskifti uppá.
Georges Rouah vil ikki siga meira um innihaldið í skrivinum.
ÍF skuldi spæla í Sarpugerði í dag, men ístaðin spælir liðið venjingardyst í Runavík í løtuni. Har eru áskoðarar vælkomnir.
Les eisini: B36 vann 3-0 á EB/Streymi
Fótbóltur
- Skulu ikki fáa upplýsingar um slíkt gjøgnum miðlarnar
Georges Rouah, formaður í ÍF, sigur, at felagið virðir 100 prosent avgerðina hjá FSF um at flyta 1. umfar. Tað er manglandi kunningin, ið ÍF fýlist á..
Georges Rouah í miðjuni. ÍF hevur sent FSF skriv viðvíkjandi handfaringini av flytingini av 1. umfari (Mynd: ÍF)
2020-03-08 15:56
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald