Fótbóltur

- Skulu vera kaldari í støðunum og flyta fleiri fólk fram

Håkan Ericson fann troyst í m.a nøkrum tølum eftir Kekkia-dystin men viðurkennir at meira skal til fyri at gera seg galdandi í slíkum dystum.

Spælararnir eru sinnisliga komnir fyri seg og til reiðar at trýsta Albania, helt Håkan Ericson millum annað fyri í dag - her til venjingina í mjørkanum (Mynd: Sverri Egholm)

Spælararnir eru sinnisliga komnir fyri seg og til reiðar at trýsta Albania, helt Håkan Ericson millum annað fyri í dag - her til venjingina í mjørkanum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-19 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðindafundur og venjing hava verið á Tórsvølli í dag, í samband við at Føroyar í morgin skulu takast við Albania í triðja dystinum í undankappingini til EM 2024.

Umframt landsliðsvenjaran, var Jákup Biskopstø Andreasen á tíðindafundinum. 25-ára gamli klaksvíkingurin spældi 83 minuttir móti millum annað Tomas Soucek á miðvøllinum. Jákup setti soleiðis orð á upplivingina, og hvat skal verða øðrvísi í annaðkvøld móti albanum.

- Vit hava eftirmett dystin, og tað eru nógv ting, ið vit ikki eru nøgdir við. Vit lata trý mál inn á heimavølli, og so er tað serliga tað, at vit ikki megna at skapa nakrar málmøguleikar (...) Móti Albania skulu vit geva áskoðarunum meira og royna at skapa eitt úrslit. Vit skulu vísa, at vit hava meira í okkum.

Sí eisini: 
Jákup: - Føla í øllum førum at vit hava nakað at prógva
Fleiri myndir av Tórsvølli í dag

[object Object]Jákup Biskopstø Andreasen hevur seinastu mongu landsdystirnar fingið stórt álit. Hann setti orð á støðuna hjá liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson staðfesti millum annað, at Føroyar fara at spæla við aðrari leikskipan enn móti Kekkia - hetta orsakað av øðrvísi mótstøðuni - og at Jóan Símun Edmundsson kundi fáa størri leiklut enn teir 32 (+) minuttirnir leygarkvøldið.

Sí eisini: 
Fara ikki at spæla við trimum miðverjum í morgin
Gilli hevur nú leikbann

Høvuðsvenjarin vísti á, at hóast spælararnir vóru vónbrotnir eftir dystin, so høvdu teir nú væl og virðiliga fingið flutt mentala fokusi til dystin móti Albania. Kekkia-dysturin er viðgjørdur saman við hópinum, og semja er um fleiri punkt, har tað skal betrast. Tað vóru tó nøkur smáting, ið vóru hugalig fyri venjaran.

- Síðani eg tók við, havi eg gingið høgt upp í tøl. Fyri hendan dystin vísa tølini millum annað, at vit eru á hædd við teir á flestu fysisku økjunum - tó ikki m.a. toppferð - og at vit hava bóltin tíggju prosent meira, enn vit gjørdu í venjingardystinum í Kekkia í november.

Spurdur um hvønn týdning hetta veruliga hevði, tá Føroyar kortini ikki kom til ein málmøguleika, svaraði Håkan Ericson, at fyri at fáa "sett spælið" og fyri at koma í støður, er umráðandi at hava bóltin meira enn t.d. undir 30 prosent. Hetta var støðan í Kekkia. Nú var talið hjá Føroyum nærri 40 prosent.

[object Object]
Håkan Ericson nevndi, at teir arbeiða við at taka betri avgerðir og at vera kaldari (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er jaligt, staðfesti Håkan, men samstundis gjørdi venjarin greitt, at føroyingar noyddust at vera kaldari, tá teir komu í góðar støður á mótstøðuhálvuni.

- Ov ofta gjørdu vit ov skjótt av og valdu skeivu loysnina. Tað er innanfyri økið "Decision making", at vit helst kunnu flyta okkum mest.

Júst tað at flyta varð eisini nevnt - at flyta liðið longur fram. Uppá spurningin hjá Portalinum um dystarætlanin og styrkir mótvegis Albania segði landsliðsvenjarin, at hóast albanar eru fysiskt væl fyri, so er tað ikki í sama mun sum kekkar. Hann metir, at vit kunnu vinna "fysisika stríðið" í morgin og gera líknandi sum í dystunum móti millum annað Eysturríki og Skotlandi á Tórsvølli í 2021: At flyta nakað av fólki fram á mótstøðuhálvuna í røttu støðunum og leggja eitt trýst á við meira beinleiðis bóltum.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli í morgin verður klokkan 19.45. Til ber at keypa atgongumerki í nethandlinum hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Sí eisini:
Lutfalsliga lítil áhugi fyri landsliðnum - undir 2.000 atgongumerki seld
Bert eitt mál í teimum seinastu seks heimadystunum
Gunnar: - Mugu vera meira djarvir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder