Um minni enn eitt samdøgur fer Betrideildini 2020 av bakkastokki. Allir dystirnir eru áhugaverdir, men tann mest áhugaverdi dysturin, og tann sum vit hava sum dagsins dyst, verður leiktur í Klaksvík. Har taka føroyameistararnir móti B36, ið endaði á 2. plássi, trý stig aftanfyri KÍ í fjør.
- Slíkir dystir eru altíð nakað serligt. KÍ var best síðsta ár og hevur styrkt seg markant til í ár, so tað verður spennandi at síggja hvar vit liggja í mun til sterka KÍ-liðið - tað finna vit útav, tá dysturin byrjar.
Les her hvat Jákup á Borg sigur um tað at spæla uttan áskoðarar
Hetta sigur Jákup á Borg, høvuðsvenjari, sum i morgin skal úr høvuðsstaðnum saman við liðnum hjá sær til eina trupla uppgávu.
Seinast B36 var í Klaksvík vann liðið hjá Jákupi á Borg - nú eru teir í svørtum og hvítum til reiðar at royna aftur (Mynd: Sverri Egholm)
Tað hevur ljóðað úr B36-leguni í upptaktini, at ósigurin fyri KÍ seinasta leikdegi í fjør, ið gjørdi at FM-steypið fór við KÍ norður, hevur motiverað hópin eitt sindur eyka til hetta kappingarárið. Nú á gáttini til nýggja kappingarárið staðfestir 40-ára gamli venjarin, at nú er fult fokus á 2020, ið kann gerast sera spennandi fyri B36:
- Árið 2019 er farið, og eru vit stoltir av, at vit endaðu við 63 stigum - longur er tað ikki. Vit eru svangir og spentir uppá kappingina. Vónirnar eru góðar, tí eg eri sera væl nøgdur við hópin hjá mær
Les eisini:
Hugin Samuelsen: Liðið er avgjørt sterkari í ár enn i fjør
- Eru til reiðar at taka ímóti einum tendraðum B36-liðið
Neyvleiki er eitt av lyklaorðunum, tá vit spyrja Jákup á Borg, hvat verður umráðandi hjá árstalsfelagnum við Djúpumýrar í morgin:
.- Eitt er 100 prosent sikkurt, og tað er, at um vit skulu fáa nakað við okkum ur Klaksvík, so skulu vit koma við okkara bestu útgávu til hendan trupla dystin. Bæði liðini koma at skapa møguleikar, og tí er umráðandi at umseta kjansir til mál, og at hava fokus og neyvleika tá støðan kemur.
Fótbóltur
- Slíkir dystir eru altíð nakað serligt
Jákup á Borg sigur, at tað verður eitt svangt B36-lið, sum fer inn til uppgávuna í Klaksvík í morgin - eitt lið sum skal megna at gangnýta sínar møguleikar í dystinum.
Jákup á Borg staðfestir, at kappingarendin í 2019 er lagdur afturum, og nú er fult fokus á 2020 í B36 (Mynd: Sverri Egholm)
2020-03-07 18:27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald