Um minni enn eitt samdøgur fer Betrideildini 2020 av bakkastokki. Allir dystirnir eru áhugaverdir, men tann mest áhugaverdi dysturin, og tann sum vit hava sum dagsins dyst, verður leiktur í Klaksvík. Har taka føroyameistararnir móti B36, ið endaði á 2. Plássi, trý stig aftanfyri KÍ í fjør.
Tað sum kemur at sermerkja umfari, er at eingir áskoðarar verða til dystin. Hetta avgjørdi FSF í gjárkvøldið eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum.
Liðformaðurin hjá KÍ sigur soleiðis um støðuna í viðmerking við Portalin:
- Vit eru sjálvandi sera harmur um støðuna við askoðarabanni. Tað setur eitt sindur ein dempara á dystin, tí vit høvdu vænta stóra og upplagda áskoðarafjøld til dystin. Men hetta er ein støða, sum vit ikki kunnu stýra, og tí mugu vit góðtaka og virða avgerðina hjá FSF og hava fokus á dystin.
Les eisini:
-Vit noyðast at binda um heilan fingur
Jákup á Borg: Tað er altíð stuttligt við áskoðarum og góðum stemningi til dystir
Sum skilst er tað heilt útilukkað at áskoðarar kortini sleppa til dystin á Djúpumýru í morgin. Fundur hevur verið í Klaksvík í dag, og arbeitt verður við støðuni - meira um hetta seinni
KÍ og B36 spældu hittust í seinasta umfari, har FM var uppá spæl
Miðvallarin og liðfelagar hansara vunnu sannførandi 3-0 sigur í avgerandi dystinum í Gundadali í fjør, og harvið kundi 21-ára klaksvíkingurin lyfta steypið sum tann fyrsti KÍ-leikarin í 20 ár. Hann er greiður yvir, at B36 hevur eina eykamotivatión, men nevndir tolni sum ein av lyklunum hjá heimaliðnum í einum dysti, ið Jákup Biskopstø Andrasen væntar verður sera javnur:
- Vit vænta ein sera tættan og eisini inntensan dyst, hóast eingir áskoðarar vera Tað er tó fyrsti dystur i kappingarárinum, og harvið skulu bæði liðini skulu líka føla seg fram. Lykilin hjá okkum verður fyrst og fremst hart arbeiði, tað at vit skulu vera tolnir, og at syrgja fyri at vit eru til reiðar og tendraðir til taka upp kampin ímóti B36, sum heilt sikkurt vera tendrað til dystin.
Les her hvat Jákup B. Andreasen segði fyri tveimum vikum síðani um komandi kappingarár. Millum annað segði hann, at svongdin at endurvinna FM av álvara er til staðar í Klaksvík.
Fótbóltur
- Eru til reiðar at taka ímóti einum tendraðum B36-liði
Liðformaðurin hjá KÍ harmast um, at stórdysturin í 1. umfari verður uttan áskoðarar. Jákup Biskopstø Andreasen sigur tó, at tað verður inntenst, og at tað snýr seg um at vera 100 prosent til reiðar.
Seinast KÍ og B36 hittust, kundi Jákup B. Andreasen stórfegnast eftir seinasta bríksl, tí tá var KÍ føroyameistari fyri fyrstu ferð í tjúgu ár (Mynd: Jens Kr. Vang)
2020-03-07 17:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald