Fótbóltur

- Vit noyðast at binda um heilan fingur

Forsetin í FSF sigur, at tað ikki var lætt at taka støðu til áskoðarabannið. Forsetin letur upp fyri, at tað møguliga verða áskoðarar til 2. umfar í Betrideildin.

Christian Andreasen til fótbóltsdyst í fjør. Hann harmast um støðuna, og at arbeitt verður fyri at hava møguleika fyri at fáa áskoðarar inn komandi vikuskifti. Hann tó leggur dent á, at neyðugt var at fylgja tilmælunum frá avvarandi myngugleikum (Mynd: Sverri Egholm)

Christian Andreasen til fótbóltsdyst í fjør. Hann harmast um støðuna, og at arbeitt verður fyri at hava møguleika fyri at fáa áskoðarar inn komandi vikuskifti. Hann tó leggur dent á, at neyðugt var at fylgja tilmælunum frá avvarandi myngugleikum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-07 16:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eftir tilmæli kom frá heilsumyndugleikunum í gjárkvøldið vóru vit í samband við ÍSF og síðani við heilsumyndugleikarnar. Tað var trupult at taka støðu til, og hetta er ikki nøkur støða, ið nakar ynskir. Men vit noyðast binda um heilan fingur, og vilja ikki ganga ímóti tilmæli frá serfrøðingum á økinum

Les eisini: 
Betrideildin byrjar uttan áskoðarar
Fótboltssambandið tekur sjálvandi fult undir við tilmælinum
- Altið stuttligt við áskoðarum og góðum stemningi til dystir


Forsetin í FSF sigur við Portalin, at neyðugt var at taka eina skjóta avgerð í gjárkvøldið, og eina sum var grundað á tilmælini frá fólkum, ið hava vitanina, ið fótbóltsheimurin ikki hevur. Christian Andreasen leggur eisini dent á, at hóast talið var 500, og at tað allarhelst verða undir 500 áskoðara kring fleiri leikvallir í morgin, so er talið sjálvt ikki so avgerandi

- Tað er kanska eitt nakað ógvusligt fet at taka; at siga, at tað so at siga skal vera tómt kring leikvøllin. Men vitanin um hetta virusi er, at tað sum millum annað kann vera vandamikið er, at nógv fólk eru stúvaði saman. á einum staði. Tað er eisini galdandi, um tað millum annað eru 300 fólk. Vit kunnu ikki fara at gera mun á feløgum, so hetta var besta loysninin í støðuni.

Sí eisini: Fer FSF ov langt?

Christian Andreasn ynskir tó, sum øll onnur, at áskoðarar eru til fótbóltsdystir, og hóast áskoðarabannið fyri fyrst er galdandi tvey tey fyrstu umførini, so letur forsetin upp fyri komandi vikuskifti, um rætta loysnin kann finnast:

- Tað var ov stutt skotbrá til at nú sunnudagin, tá tilmæli kemur 17.30 eitt fríggjakvøld. Men vit hyggja uppá møguleikan fyri at hava áskoðarar næsta vikuskifti. Júst í hvønn mun og júst hvussu tað skal fyriskipast er óvist, men vit eftirmeta eftir vikuskifti og fara at seta okkum í samband við myndugleikar og epedimkomissiónina fyri at finna onkrar møguligar fyriskipanir. Eg haldi og vóni persónliga, at tað kann lata seg gera.

Nevndarlimur hjá EB/Streymi: -Vit missa inntøkur og sakna eina leiðbeining viðvíkjandi praktiskum viðurskiftum

Í løtuni situr kappingarnevdnin, umframt limir úr fyrisitingini í FSF, og gera eina vegleiðing til hvussu dystirnar í morgin skulu fara fram.

Hvussu er so við mistum áskoðarainntøkum og hvat hendir um fólk til dømis ætla sær inn kortini ella hyggja “uttanfyri hegnið”.

- Vit hava ikki viðgjørt støðuna viðvíkjandi mistu áskoðarainntøkum hjá feløgunum sum hava heimavøll enn. Eingin sleppur inn á leikøkið í morgin, sum ikki hevur eina uppgávu, men hvørki vit ella feløgini kunnu forða nøkrum, ið vil hyggja frá einum bakka, einum túni ella uttanfyri eitt hegn.

1. umfar í Betrideildini 2020
Sunndagin 08.03
15.00:
KÍ - B36
Víkingur - ÍF 
NSÍ - Skála
EB/Streymur - HB
AB - TB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder