- Haldi vit spæla ein ógvuliga góðan dyst. Skapa nógvar málmøguleikar og hava teir undir trýsti stóran part av tíðini. Tað er fyrri dysturin, sum ger, at vit ikki koma víðari.
Soleiðis segði Ási Dam, tá Portalurin fekk orð á 21-ára gamli HB-bakkin uttanfyri skiftingarrúmið eftir javnleikin móti Hajduk Split í gjárkvøkdið. 20-ára gamli liðfelagin hjá Ása, ið eisini er uppvaksin í felagnum
- Har eri eg samdur við Ása. Vit eru omaná størsta partin av dystinum og koma til nógvar kjansir. Men eri skuffaðir av at vit ikki fá mál og ikki vinna dystin. (...) nakrir eru 100 prosent kjansir, men vit taka bara ikki av. Tað er munur á, hvør kemur víðari.
Báðir hava havt eitt gjøgnumbrot á besta liði barndómsfelagsins í ár, og vísti seg væl fram í gjárkvøldið. Ási vísir á, at HB kann byggja á Conference League avrikið móti kroatiska stórfelagnum
- Um vit spæla soleiðis her hvønn dyst, so er tað einki lið í Føroyum, sum kann vinna okkum. Hetta ein ein av bestu dystunum hjá okkum í ár; við tempo og inntesiteti. Vit renna teir niður, og pressið hjá okkum situr perfekt.
Ási Dam (nummar 20) heilsar uppá Ivan Raktic, sum spældi seinastu tjúgu minuttirnar á Tórsvølli í gjárkvøldið. Royndi kroatiski miðvallarin hevur vunnið Champions League og Europa League, og í spældi í gjár í Conference League, fyri Hajduk Split og í Føroyum á fyrsta sinni (Mynd: Tórir Photo)
Sí eisini: Gattuso er fegin - blandaðar kenslur hjá Sormani
Brádliga skuldi Ási byrja - bilsnir men hugsavnaðir HB'arar
Tað lá annars ikki í kortunum, at Ási Dam skuldi byrja inni. Í roynd og veru var tað skjalfest - á dómaraseðlanaum - at Mathias Voss byrjaði inni á høgra bakki, Ári Mohr Jónsson á vinstra bakki, meðan 21-ára gamli havnarmaðurin hesaferð skuldi vera á bonkinum.
Voss fekk tó trupulleikar í upphitingini, og so gekk tað skjótt:
- Fekk tað at vita eini 10-15 minuttir áðrenn, at dysturin skuldi byrja. Tá allir eru lidnir at hita upp, má eg fara drønandi í gongd og næstan sprinta beinanvegin. Eri ikki ordliga fyrireikaður mentalt uppá at byrja og blívi ræðuliga nervøsur, men eg veit ikki...tað gekk fínt, og haldi at tað koyrdi bara, sigur Ási Dam við Portalin.
Fjeppararnir hjá Hajduk Split við einari rúgvu av rómaraljósum. Tað gav millum annað nógvan royk, og hetta støðgaði dystinum í fýra minuttir í 2. hálvleiki (Mynd: Tórir Photo)
Fleiri myndir frá dystinum síggjast HER
Men hvussu upplivid bakkurin so rómaraljós, larm og trýst frá áskoðarunum, sum vóru við at steðga dystinum tvær ferðir.
- Í byrjanini varð man eitt sindur bilsin av, hvussu hørð rópini vóru, men tað gongur ein løtu, so hugsar man ikki um tað. Tað var tað sama á útivølli; tað er so nógvur larmur, at man ikki fær tosa við hvønn annan. Men tá man er komin í gongd at spæla, hgusar man ikki um tað.
Ejvind Restorff Mouritsen ger eisini greitt, at man bara skuldi gera sínar upgávur - tó var tað feitt, heldur ungi miðvallarin
- Man roynir at bara at hugsavna seg og gera sína uppgávur. Hetta er man ikki vanur við í Føroyum, so tað er bara feitt at uppliva slíkar áskoðarar - sum eisini vilja tað so nógv - man ja; halda fokus.
Eivind og Ási í einum gjøgnumbrotsári. Havnarmenninir eru eisini U21-landslisspælararnir, og hava nú fingið eina stóra upplving afturat - her síggjast teir eftir steypasigur í Klaksvík fyrr í ár (Savnsmynd. Sverri Egholm)
UEFA Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Tórsvøllur, hósdagin 01.08
HB - Hajduk Split 0-0 (0-2 samanlagt)
HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Ási Dam, Samuel Johansen Chukwudi, Viljomur Davidsen (L), Ári Mohr Jónsson - Sammy Skytte, Ejvind Restorff Mouritsen, Hanus Sørensen - Mohammed Samba, Mikkel Dahl, Áki Samuelsen
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Leivur Guttesen, Emmanuel Duah, Noah Mneney
Sí eisini: Nógvur roykur - einki mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald