Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): - Vit vóru í trýstari støðu í bólkinum fyri nøkrum døgum síðani. Í Armenia fingu vit tryggjað okkum plássið í Deild C við einum sterkum arbeiðsavriki. Hetta var aðalmálið hjá okkum. Nú fara vit eftir tí næsta málinum: At náa play-off plássinum fyri at spæla um at koma í bólk B.
Soleiðis setur Eyðun Klakstein orð á støðuna hjá føroyska manslandsliðnum dagin fyri dystin í Norðurmakedónia. Tað er tann seinasti í hesari Nations League kappingini - ella í øllum førum í ár. Um Føroyar eisini eru á 2. plássinum eftir dystirnar í morgin, so verða dystir um uppflyting settir á skránna í mars 2025. Hetta er nú málið hjá Eyðuni, Viljormi Davidsen og hinum føroyingunum.
- Vit vóna og arbeiða uppá, at Føroyar kunnu fara við Norðurmakedónia í deild B.
Sí eisini: Føroyar hava tryggjað plássið í deildini
Hetta staðfesta bæði høvuðsvenjari og liðformaður til dagsins tíðindafund í norðurmakedónska høvuðsstaðnum. Av lokalu miðlunum varð Eyðun Klakstein spurdur um mótsstøðuliðið. Fyribils føroyski venjarin helt fyri, at Norðurmakedónia hevur havt tað eyka, í mun til hini liðini í bólkinum, og tí hevur vunnið hann:
- Norðurmakedónia hevur verið tað betri enn hini í einum bólki, har dystirnir sum heild hava verið tættir. Teir hava nakrar spælarar, sum hava verið avgerandi. Profilarnir hava gjørt mun, tá tað hevur verið neyðugt. Og tað er kanska munurin á liðunum í bólkinum. Føroyar kundu, sum tú sigur, avgjørt dystin á Tórsvølli, men hann endaði 1-1.
Til tíðindafundin á Todor Proeski fyri løtu síðani. Hans Erik Danielsen, miðlaovasti hjá FSF, Eyðun Klakstein, fyribils høvuðsvenjari, og Viljormur Davidsen, vinstri vongverji
Sí eisini: Ragnar var eisini við til fyrsta úrisigurin
Skulu hava megi og orku á liðnum – Hallur Hansson er ein av møguligu broytingunum
Sigurin í Armenia hósdagin var sannur arbeiðssigur. Hann kravdi nógv, og broytingar í føroysku byrjanaruppstillingini eru í luftini. Eftir spurning frá Tróndi Arge um hetta, staðfestir Eyðun Klakstein at soleiðis verður. Júst hvussu nógvir og hvørjir spælarar talan verður um, kunnu miðlarnir gita, helt klaksvíkingurin smílandi fyri.
- Vit gera nakrar broytingar vegna orku serliga – tað verður veruliga tørvur á orku aftur í morgin. Tað er ikki vegna nakað avrik hósdagin, men vit halda, at Føroyar hava ein ógvuliga góðan hóp, og vit vilja gjarna nýta hann. So kunnu tit gita liðið - in.fo hevur kanska sett liðið longu.
Hópurin undan venjingini á stóra Todor Proeski leikvøllinum fyri løtu síðani - her eru pláss fyri umleið 33.000 áskoðarunum, men tað verður væl minni enn hálvfult í morgin
Hallur Hansson undan venjingini - við bláari binding um tjúkkan. Hrsin tjúkkin ger, at royndi miðvallarin framvegis er ivasamur
Hann vandi nakað við bólti í gjár og verður royndur aftur í dag
Uppá spurning frá Tyrgva Absalonsen frá FM1 um serliga René Shaki Joensen og Hall Hansson, staðfesti Eyðun Klakstein, at hann noyddist at taka nakrar spælarar út í Armenia, sum fingu snudd ella bara vóru ógvuliga troyttir. Ein teirra er René Shaki Joensen, sum tó hevur tað gott nú. Hallur Hansson spældi ikki vegna tjúkkan, men miðvallarin verður "testaður"/royndur í dag, og tykist hann at vera væl fyri nú, sigur venjarin.
Sí eisini:
Nú snýr tað seg bert um Norðurmakedónia
Flogprát: -Eli og Ingi stríðast við at skapa karmarnar
Til endans á tíðindafundinum í Skopje var tíð til eitt sindur av rygg-klapparíi:
Viljormur Davidsen, liðformaður og vinstri bakkur: - Eyðun er stórur partur av orsøkini til góða úrslitið í Armenia. Tað er nýggj orka og "gamalt DNA" komin inn frá toyminum. Tað er gott huglag í hópinum, leikskipan og taktisk ætlan hóskar væl til hópin. Eg trívist væl á vongbakkinum og gleði meg til í morgin.
Eyðun Klakstein, fyribils høvuðsvenjari: - Eg vil gjarna nevna hetta. Ofta verður hugt eftir og skrivað um, hvørjir ikki eru við á landsliðnum, og hvørjur ungir spælararnir kanska fingið møguleika. Tí er lyndi at gloyma teir royndu, sum hava verið við leingi og "bara" avgreiða sínari uppgávur væl ferð eftir teir. Haldi at vit skulu viðurkenn teir - spælarar sum Sølva Vatnhamar og Viljorm Davidsen.
- Taka tildømis Viljorm, sum spælir vongbakkur, í Armenia. Hann skal taka brotssparkið, og tað er ikki "bara, bara". Tað hevur verið ein trupul støða hjá landliðnum, nú hevur venjaraskifti verið, hann skal bíða eftir VAR-kanning á truplum útivølli, har hann fær lasara í eyga...men hann setur bara bóltin trygt í netið.
Viljorm Davidsen saman við Jákupi Reinert Højgaard, unga greinaranum
Eyðun Klakstein er við at fáa brikkarnar uppá pláss til í morgin
Sí eisini - samrøður við venjara og liðformann eftir sigurin í Armenia:
Viljormur Davidsen: - Skeyt bara niður í hornið
Eyðun Klakstein: - Eg eri fegin vegna spælararnar
Onnur uppgávan hjá Eyðuni og Viljormi saman verður í morgin, sunnudagin 17. november, á stóra Todor Proeski leikvøllinum í Skopje, har føroyska liðið júst hevur vant.
Norðurmakedónia hevur tryggjað sær 1. plássið í bólkinum í uppflyting – Føroyar kunnu við stigum hava møguleika at "koma við". Eitt stig ella einki kann vera nóg mikið at tryggja play-off pláss, um úrslitið Lettland – Armeni fellur rætta vegin.
Fyrsta bríksl verður klokkan 14 føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin, og Portalurin er á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum.
Nations League deild C - bólkur 4, seinasta umfar
Todor Proeski leikvøllurin, sunnudagin 17. november
14.00: Norðurmakedónia - Føroyar
Støðan í bólkinum eftir fimm umfør:
1. Norðurmakedónia 13 stig
2. Føroyar 6 stig *
----------------------
3. Armenia 4 stig
4. Lettland 4 stig **
*Liðið, ið endar á hesum plássinum, skal spæla um uppflyting til B-bólkin
** Liðið, ið endar á hesum plássinum, endar niðast ella skal spæla um niðurflyting
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald