Fótbóltur

Ragnar var eisini við til fyrsta útisigurin

San Marino í 1995 og nú Armenia. Royndi kameramaðurin og útvarpsverturin hjá Kringvarpinum hevur fylgt A-landsliðnum í langa tíð.

Ragnar Jacobsen filmar samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe hjá Kringvarpinum hevur við Atla Gregersen, fyribils hjálparvenjara, í Armenia í gjár (Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)

Ragnar Jacobsen filmar samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe hjá Kringvarpinum hevur við Atla Gregersen, fyribils hjálparvenjara, í Armenia í gjár (Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)

2024-11-15 19:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): Tað eru altíð fólk, sum arbeiða hart aftanfyri leiktjøldini í fótbólti – og eisini tá sjónvarp verður gjørt.

Ein av hesum er Ragnar A. Jacobsen. Klaksvíkingurin hevur leingi búð í Havn og hevur leingi starvast hjá almennum miðli. Fyrst hjá Sjónvarpi Føroya og síðani í Kringvarpinum.

Hann er serliga kendur fyri útvarpssendingarnar RagnarRokk og Norðurljóð umframt sín leiklut í ítróttarframleiðslum og ítróttarsendingini 3-2. Har hevur Ragnar í nógv ár filmað, gjørt innsløg og lagt rødd til.

[object Object]
Ragnar hugsavnar seg um at filma til venjing í Aserbadjan í 2018. Seks ár seinni var hann aftur á blettinum í grannalandi - fjart úr Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein av uppgávunum er landsliðstúrar. Í 1995 var Ragnar Jacobsen fyrstu ferð á ferð við føroyska manslandsliðnum í fótbólti. Hetta var í lítla landinum San Marino.

Mett varð at Føroyar høvdu góðan møguleika í EM-undankappingardystinum í Serraville, og tað eydnaðist eisini at vinna 3-1 – serliga takkað einum hattriki frá Toda Jónsson.

Ragnar greiðir Portalinum frá, at krøvini frá UEFA ikki vóru tey somu sum nú. Eingin verulig framleiðsla ella beinleiðis sending var frá dystinum, men kameramaðurin hjá SVF filmaði allan dystin sjálvur, og innsløg komu frá søguligu fótbóltshendingini. Tað var ikki sum at siga tað at fáa hetta framleitt og sent fyri sløkum 30 árum síðani.

Talan var um fyrsta útisigurin hjá Føroyum í kappingardysti, síðani farið var uppí UEFA og FIFA nøkur ár frammanundan. Síðani hevur A-landsliðið, útfrá tí vit finna fram til á FaroeSoccer og FSF, vunnið sjey ferðir á útivølli í kappingardystum: Á Malta (1997), í Luksemborg (2001), í Grikkalandi (2014), í Lettlandi (2016), í Andorra (2020) og nú í Armenia (2024).

[object Object]
Ragnar Jacobsen filmar samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe hjá Kringvarpinum hevði við Eyðun Klakstein, fyribils høvuðsvenjara, í Armenia í gjár (Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)

Hann var í San Marino og hevur verið til nógvar útidystir hjá landsliðnum síðani, men tað er bara fallið so, at Ragnar Jacobsen hevur upplivað sigrarnar ímillum 1995 og 2024. Serliga tí at Kringvarpið/SVF ikki hevur verið til allar dystirnar við kameramanni og øðrum.

Harvið eitt sindur ímillum dystirnar - sigrarnir sum fýra ymiskir venjarar hava staðið á odda fyri. Útsendi kameramaðurin hjá Kringvarpinum til dystin í Asia var nú aftur við til ein útisigur.

Sí eisini: Stríðsviljin stóð omafyri spælið

Hoyr: Flogprát við Eli og Inga

Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu nógv miðlafólk eru við til útidystirnar. Fyri tíggju árum og einum degi síðani var Tróndur Arge úr Miðlahúsinum einasti føroyski miðilin til staðar í Grikkaland, har Føroyar púra óvæntað vunnu. Hann var eisini á leikvøllinum í armenska høvuðsstaðnum í gjár, tá manslandsliðið aftur vann 1-0 á útivølli á dagfestingini 14. november. Hetta var eisini úrslitið, sum Tróndur tippaði í upptakt á FM1 tíðliga í gjár.

Hoyr eisini: 
Grikkaland tað størsta - men hetta var ógvuliga stuttligt (Teitur)
Eyðun: - Eg eri fegin vegna spælararnar

Seinnapartin varð kósin hjá føroyska ferðalagnum sett móti Skopje. Høvuðsstaðurin í Norðurmakedónia verður sunnudagin karmur um seinasta dystin hjá Føroyum í ár og tann seinasta í hesari Nations League-kappingini. Har fara føroyingar eftir at leggja afturat talið av stigum á útivølli og at spæla seg í "uppflytingar play-off".

Sí eisini: Føroyar hava tryggjað plássið í deildini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder