Yerevan, Armenia (Portalurin): Tað vóru fleiri fegnir føroyingar, sum vit fingu orðið á eftir fyrsta kappingarsigurin hjá manslandsliðnum síðani september 2022.
Hoyr eisini samrøður við føroyskar spælarar:
Eyðun: - Eg eri fegin vegna spælararnar
Viljormur: - Skeyt upp í hornið - eins og til venjing í gjár
Andrias: - Spældi sum Atli í dag: Stóð bara og skeyt burtur
Ein teirra var málverjin Teitur Matras Gestsson, sum spældi sín fyrsta kappingardyst á A-landsliðnum síðani juni í fjør (Albania á heimavølli). Royndi HB-málverjin hevði nakrar góðar bjargingar, og hevði hann at byrjað við nakað ilt við at seta orð á kensluna.
Teitur legði einki í, at hann fekk gult kort, og vit fingu eisini tosað eitt sindur um Grikkaland á ársdegnum fyri minniliga dystin í Piræus, har Teitur var við sum eykamálverji.
- Eg minnist tann dagin, sum tað var í gjár. Nú eri eg við at verða gamal.
Sí eisini: Spæla á tíggju-ára degnum fyri stóra bragdið í Grikkalandi
Hoyr samrøðuna við Teit her:
Nations League Deild C, bólkur 4
5. umfar - í dag, hósdagin 14.11 á Vazgen Sargsyan Republican Stadium
Armenia - Føroyar 0-1 (0-1)
33' Viljormur Davidsen, br. 0-1
Støðan í bólkinum eftir 5. umfar:
1. Norðurmakedónia 13 stig
2. Føroyar 6 stig*
3. Armenia 4 stig
4. Lettland 4 stig**
*Liðið, ið endar á hesum plássinum, skal spæla um uppflyting til B-bólkin
** Liðið, ið endar á hesum plássinum, endar niðast ella skal spæla um niðurflyting
Sunnudagin 17/11 klokkan 14: Norðurmakedónia - Føroyar (seinasta umfar)
Sí eisini sigursrús og Sweet Caroline
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald