Tað er valla nakar ivi um, at Malmö FF fjepparar fara at hoyrast við Djúpumýru í kvøld, tá KÍ tekur móti svenska meistaraliðnum á heimavølli í kvøld. Men tað verður ikki nakar felags túrur samskipaður av nøkrum fjepparafelagi. Tískil verða ikki serliga nógvir sviar í ljósabláum fótbóltstroyggjum til staðar.
Dysturin vístur á Eleda Stadion
Tó so, so skrivaði Malmö FF í gjár um, at felagið letur matstovuna á Eleda Stadion, Erics, upp fyri sínum fjepparum. Har verður dysturin vístur á fleiri stórskermum. Matstovan Erics er uppkallað eftir Eric Persson, ið sat sum nevndarformaður í felagnum fram til 1975, eftir at hava sitið í sessinum í 38 ár. Eleda Stadion er heimavøllurin hjá Malmö FF.
Malmö FF skrivar á almennu síðu sínari, at 50 fjepparar verða til staðar og at hesir hittast í barrini Molly's frá klokkan 14 og fram til dystin.
Leygardagin frættu vit um, at umleið 1000 atgongumerki vórðu seld til seinna dystin millum føroysku og svensku meistararnar. Síðani eru fleiri farin, og tað er nær við at vera útselt.
Portalurin var í Malmø í síðstu viku og gjørdi nógv burturúr fyrra dystinum. Sí her samrøðu við føroyskan Malmö FF fjeppara, ið Portalurin hitti undan fyrra dystinum.
Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, týsdagin 30.07
19.45: KÍ - Malmö FF (1-4)
Kringvarp Føroya fer at vísa dystin. Portalurin hevur fólk á staðnum og hevur ymiskt tilfar um dystin.
Sí eisini:
Odmar Færø: - Trúgva uppá sigur til ein og hvønn dyst við Djúpumýru
Espen Haug: - Hallur Hansson háaktuellur til returdystin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald