2018-07-07 15:49

Tær á Sølmundi eru í einum flokki fyri seg, og hinar manningarnar megna ikki at geva teimum nakra mótstøðu yvirhøvur.
Fimtu stevnuna á rað vunnu tær, og hava nú 35 stig.
Hinvegin var kapping um annað plássið har Páll Fanga og Smyril fylgdust inn á Vestmanna. Páll Fangi var tó trúgvari og var á málinum eitt sekund áðrenn Smyril.
Úrslit 6 mannafør kvinnur
1. Sølmundur (5.14.20)
2. Páll Fangi (5.21.28)
3. Smyril (5.22.35)
4. Skúgvur (5.44.01)
5. Jarnbardur Masters (5.34.48)
Støðan í FM
1. Sølmundur (35 stig)
2. Páll Fangi (28 stig)
3. Smyril (16 stig)
4. Lómur (16 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald