18. juli 2017 var ein søguligur dagur í føroyskari hondbólts- og ítróttarsøgu. Tá spældi føroyska U21-landsliðið hjá monnum sín fyrsta dyst í einum HM-endaspæli nakrantíð. Hetta var í Algiers, høvuðsstaðnum í Algeria í Norðurafrika.
Stinna landsliðið við spælarum sum Kjartani Johansen, Jónasi Gunnarson Djurhuus, Helga Hildarsson Hoydal, Pæturi Mikkjalson, Teis Horn Rasmussen, Róa Berg Hansen, Sjúrða Olsen Áka Egilsnes, Niklasi Simonsen og Brandi Halgirsson hevði vunnið sær sæti í eindaspælinum við trimum sigrum í Føroyum í januar, og hendan dagin vunnu teir 31-28 á Kili.
Nú, fimm ár og ellivu mánaðir síðani, stendur eitt føroyskt U21-landslið aftur í einum HM-endaspæli. Aftur er talan um ein sterkan árgang - ein gyltan árgang sum hevur vunnið European Open, eitt European Championship, og er endað á 10. plássi í einum EM-endaspæli.
Nú verður tað seianstu ferð, at teir flestu av hesum verða saman á ungdómsstigi, og svongdin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hákuni West av Teigum, Paula Mittún, Paula Jacobsen, Sveini Olafssyni, Janusi Dam Djurhuus og hinum eftir stórum úrslitum er stór. Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen eru framvegis venjarar, og hava teir síðstu tíðina fyrireika seg gjølla til uppgávuna saman við hópinum.
Mark Lausen-Marcher greiðir Sveini Olafssyni (t.v) og Ísaki Vedelsbøl (t.h.) frá einum og hvørjum til seinastu venjingini undan fráferð. Hesir báðir fara helst at manna miðverjuna saman í longri løtum (Mynd: Sverri Egholm)
Elias Ellefsen á Skipagøtu tykist hesa ferð ógvuliga væl fyri, tá farið verður inn í eitt endaspæl (Mynd: Sverri Egholm)
Hópurin til venjing í Hoyvíkshøllini - í gjáramorgunin setti føroyska ferðalagið kósina móti Magdeburg (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini:
Myndir: Seinasta venjing undan fráferð til Týsklands
Janus Dam Djurhuus: - Torført at ímynda sær tá eg snúraði runt her ístaðin fyri at spæla hondbólt
Ísak Vedelsbøl: Gleði meg ordiliga nógv til hendan møguleikan
Bjarni í Selvindi: - Sjálvandi droyma vit um gull
Eins og teir sum vóru í Algeria, so eru Føroyar stórfavorittar í sínum byrjanardysti í Magdeburg. Føroyska liðið er styrkismett sum nummar tvey av fýra í innleiðandi bólkinum, og veddingarfyritøkur hava okkara menn sum eitt av bestu boðunum at kappast um stuttligu plássini til finaluvikuskifti. Oddsini á føroyskan sigur til dystin í morgun liggja millum 1.05 og 1.15, um hugt verður eftir nógvum av teimum størstu veddingarfyritøkunum.
Harvið loysir tað seg næstan ikki at spæla upp á Føroyar - um man hinvegin satsar uppá Angola, so kann tað loysa seg. Fjórðsterkasta liðið í Afrika gevur peningin millum sjey og 8,5 ferðir aftur, um tað sigrar á Føroyum. Hóast Angola er mett at vera veikasta liðið í bólkinum, so siga teir í føroysku leguni, at liðið er sterkari, enn mett varð áðrenn man veruliga sá teir á video og tap á "bert" fimm og seks mál í venjingardysti móti sterku portugisunum herfyri siga eisini eitt sindur.
Tað er tó eingin ivi um, at føroyska liðið skal vinna hendan fyrsta dystin, um vónin um at koma til knock-out dystirnar veruliga skal vera sterk. Føroyska liðið skal í minsta lagi enda nummar tvey í bólkinum - harvið vinna tveir dystir - og síðani eisini vinna seg víðari úr høvuðs/millumumfarinum. U21-liðið í 2017 kom víðari til áttandapartsfinalurnar, har Frakland síðani slóg Føroyar út. Tá var talan um aðra kappingarskipan.
Fyrsta bríksl í GETEC Arena í Magdeburg, har nýkrýndu Champions League-vinnararnir hava heimavøll, verður klokkan 10 føroyska tíð. Kringvarpið sendir allar dystirnar og byrjað verður at senda klokkan 09.50 (í sjónvarpinum og á heimasíðuni) Portalurin hevur dystarfrásøgn og frá mikukvøldinum eru vit á staðnum í Magdeburg.
Sí eisini:
- Sterka sambandið millum spælararnar er stóra styrkin (Prát við venjararnar)- Eru eitt lið sum kann vinna á øllum á degnum (Innslag)
Pauli Jacobsen: Skulu liva upp til tey virðini vit standa fyri
Julian Johansn: - Hava ongantíð verið so væl fyrireikaðir
HM-endaspæl fyri U21-landsliðið, 2023
1. umfar í bólki F - týsdagin 20. juni í Magdeburg
10.00: Føroyar - Angola
16.15: Spania - Japan
Føroyski HM-hópurin:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71 (HØJ)
Aleksandar Lacok, Neistin *
Vinstri vengur:
Janus Dam Djurhuus, ÍBV
Pauli Høj, Neistin
Høgri vengur:
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold (Füchse Berlin)
Bogi Hansen, H71
Strikur:
Kristian Jensen, VÍF
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Bakspælarar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (THW Kiel)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71 (IF Hallby)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne
Sveinur Olafsson, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Ovi Lützen, Neistin
Kristoffur Bjørgvin, VÍF
Brian Slyne, KÍF
Venjarar: Mark Lausen Marcher og Julian Johansen, umframt Jens á Skipagøtu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald