Hondbóltur

Video: - Sjálvandi droyma vit um gull

Eg eri so gott sum í toppformi, staðfestir Bjarni í Selvindi. Skjúttin av Skála setur eisini m.a. orð á, hvat hann og Ísak Vedelsbøl kunnu geva U21-landsliðnum í HM-endaspælinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-19 20:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morginárini fer HM-endaspælið av bakkastokki, og Bjarni í Selvindi og hinir skulu fyrst hugsavna seg um at basa Angola. 

Hesin dysturin byrjar klokkan 10 í Magdeburg. Dreymurin er tó meira enn at vinna á fjórðbesta liðnum á Afrika. Føroyar eru eisini í bólki saman við Japan og Spania.

Bjarni í Selvindi hevur serliga sína styrki í skotinum - sum hann og annar landsliðsvenjarin eru samdir í - men 20-ára gamli skálamaðurin kann eisini koma við meira. Hetta segði hann í samrøðu við Portalin eftir seinastu venjingina í Føroyum undan fráferð.

Sí eisini: 
Myndir: Seinasta venjingin áðrenn fráferð til Týsklands
Sett kós móti Magdeburg
Julian Johansen - Ongantíð verið so væl fyrireikaðir - Bjarni hevur besta skotið í Føroyum

Bjarni setti eisini orð á tað at fáa unga strikuspælaran Ísak Vedelsbøl við, og hvussu hann er fyri eftir millum annað at hava verið í gjøgnum ein fótskaða.

Dysturin í morgin verður vístur í Kringvarpinum. Portalurin verður á staðnum til dystin móti Japan hósdagin og til restina av dystinum í kappingini.

Sí eisini: 
- Eru eitt lið sum kann vinna á øllum á degnum (Innslag)

Pauli Jacobsen: Skulu liva upp til tey virðini vit standa fyri

Janus Dam Djurhuus: - Torført at ímynda sær tá eg snúraði runt her ístaðin fyri at spæla hondbólt

Ísak Vedelsbøl: Gleði meg ordiliga nógv til hendan møguleikan


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder