
Fyrrverandi HB-spælarin Adrian Rúnason Justinussen, sum dagliga spælir í Danmark, kom at heilsa uppá, og so vóru spæl og matur á gistingarhúsinum.
RS Media fylgdi eisini liðnum, tá tað var til venjing á Brøndby Stadion. Har verður avgerandi Conference League-dysturin í 2. umfari spældur í kvøld - framman fyri nógvum túsund áskoðarum.
Sí eisini: Myndir: HB til reiðar til brakid í Brøndby
HB hevur 1-1 við sum útgangsstøði, og fer eftir at skaka danska stórfelagið aftur.
Síggj eisini upptøkur frá fyrra dystinum og ferðini til Danmarkar
Dysturin byrjar klokkan 18.30 føroyska tíð og kann hann keypast - við haldi - á bold.dk ella á Disney+. Portalurin hevur "livescore" ovast á forsíðuni.
Les og hoyr eisini: Ári: - Tað skal ein ordans innsastsur til í Brøndby eisini
Uefa Europa Conference League
Í dag, hósdagin 31. juli
18.30: Brøndby - HB (1-1)
Stroyming: Bold + ella Disney + (Við haldi ella gjaldi)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald