Fótbóltur

Aftan fyri leiktjøldini: Tá HB og Brøndby brustu saman - ferðin til Danmarkar

Miðilin hjá HB gjørdi serstakar upptøkur áðrenn og eftir dystin, umframt undir 1-1 javnleikinum. RSmedia er eisini við í Danmark - Í morgin klokkan 18.30 spæla liðini seinna dystin, sum sæst á bold.dk/tv ella á Disney+.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-07-30 12:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var eitt serstakt fótbóltskvøld á Tórsvølli hóskvøldið 24. juli, og Rói Sørensen (RSmedia) hevur gjørt samandráttin omanfyri frá kvøldinum.

Inseide HB (vs Brøndby 1-1) sæst eisini á Youtube

Hann er miðlamaður hjá HB og hevur tí atgongd til at gera upptøkur, sum koma heilt nær.

Miðlatoymi hjá HB er eisini við á ferðini til Danmarkar, ið byrjaði tíðliga ólavsøkumorgun. Higartil er millum annað hetta videobrotið komið burturúr.

Les eisini: Eingin midnáttarsangur hjá HB'arunum í ár

HB'arnir búgva á Crowne Plaza í Keypamannahavn og vandu í gjár í fyrireikingunum til stóra Conference League-dystin í annaðkvøld.

HB spælir á Brøndby Stadion hóskvøldið klokkan 18.30 føroyska tíð. Dysturin sæst á bold.dk/tv ella á Disney+

Sí eisini: Ári Mohr Jónsson: - Tað skal ein ordans innsaatsur til í Brøndby eisini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder