
- Tað eru nógv sum eru komin yvir og hava sagt, hvussu flott avrikið var á Tórsvølli. Nú skulu vit til Danmarkar og royna at gera tað sama.
Hetta segði Ári Mohr Jónsson, tá Portalurin hitti hann í Gundadali í gjárkvøldið - meira á Portalinum um tað seinni.
Sí myndir frá evropeiski javnleikinum millum HB og Brøndby
Sí eisini: Bartal - Spældu upp við teir - skulu royna at gera tað sama har
Ári og aðrir HB'arar sóust í føroyskum klæðum í Havn í gjár, men ólavsøku teirra í ár "er hálv".
Klokkan seks í morgun hittust spælara- og leiðarahópurin við HB-húsið, og leiðin gekk vestur á flogvøllin.Á veg til bussin
Ferðalagið. Fyrrverandi Brøndby-spælarin, og núverandi kvinnuvenjarin hjá HB, Lukasz Cieslewiz, er við sum annar av hjálparvenjarnum (Myndir: Havnar Bóltfelag/ RS Media)
HB-ferðalagið er longu komið uppá pláss á Bella Sky í Keypmannahavn. Har halda fyrireikingarnar til seinna Conference League-dystin móti Brøndby fram - og har halda HB'arnir ólavsøkudag.
Fyrri dysturin, í Føroyum, endaði 1-1. Harvið er alt opið undan dystinum á Brøndby Stadion hóskvøldið klokkan 18.30.
Les meira: Danskir miðlar: - Ein fadesa og eitt stórt vónbrot í Føroyum
Sí eisini: Brøndby reistist aftur í Superliguni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald