2019-03-03 14:05
Badmintonssamband Føroya úttók 13 leikarar til ISI Cup, sum er í Midtjyllandi hetta vikuskifti. Leikararnir luttóku í meistarabólkinum, ið er tað hægsta støði í stóru kappingini. Føroysku leikararnir stóðu seg væl, og tveir teir yngstu leikararnir fingu gull og silvur.
Adhya Nandi úr HBF og Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF vunnu hvør sín bólk í innleiðandi umfarinum hjá U15 og spældu seg allan vegin til finaluna. Har var Adhya omaná og vann 2-0 við setúrslitunum 16-21 og 13-21.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald