HSF: Hóast sami munur var í Klaksvík í dag, sum á Skála í gjár, so var talan um ein heilt annan dyst. Ísland sat greitt á fyrra hálvleiki og legði seg á odda 5-0, áðrenn føroysku kvinnurnar fingu hol á.
5-1 verjan hjá føroyum megnaði ikki at halda kropssterku skjúttunum hjá Íslandi, sum ferð eftir ferð krossaðu og komu til skot útifrá. Samstundis brendu okkara illa og gjørdist munurin stórur beinanvegin. Hálvleiksstøðan var 15-8.
Í seinna hálvleiki kom vend í og vóru føroysku kvinnurnar omaná. 6-0 verjan riggaði betri enn 5-1 og kom 18-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy inn í føroyska álopið og gjørdi veruligan mun. Hon skoraði heili 8 mál uppá ein hálvleik. Talan var um bæði skot útifrá, gjøgnumbrot og fleiri brotskøst. Føroyska liðið fekk tískil minka um munin til endaligu støðuna 27-22 til Íslands.
Talan hevur verið um tveir sera gevandi venjingardystir móti Íslandi undan HM-undankappingardystunum móti Kosovo, sum verða leiktir komandi hós- og leygardag. Føroyska liðið hevur fingið størri breidd og er verulig kapping um plássini. Føroysku málverjarnir hava staðið seg væl í báðum dystunum, verjan hevur til tíðir verið heilt góð og álopsspælið hevur verið skjótt og flytført.
Málskjúttar í dag:
Maria Pálsdóttir Nólsoy 8 (7), Maria Halsdóttir Weyhe 4 (3), Lív Bentsdóttir Zachariasen 3, Jana Mittún 2, Brynhild Pálsdóttir 2, Marianna Geirsdóttir Eystberg 1, Pernille Brandenborg 1, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Dystargongdin:
5 min. 0-3
10 min. 0-5
15 min. 3-6
20 min. 5-11
25 min. 7-12
30 min. 8-15
35 min. 9-17
40 min. 11-20
45 min. 14-22
50 min. 16-25
55 min. 19-26
60 min. 22-27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald