Søguligur dystur verður á Tórsvølli í kvøld, tá Albania vitjar til EM-undankappingardyst:
- Av teimum 55 londunum, ið eru limir í evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, eru sjey lond, ið Føroyar framvegis ikki hava møtt í A-landsliðshøpi hjá monnum. Talan er um England, Kroatia, Bulgaria, Hvítarussland, Armenia, Montenegro og Albania.
Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari. Júst tað síðsta av hesum liðunum vitjar Tórsvøll í kvøld. Albania var fyri nøkrum árum síðani í topp-25 á FIFA-styrkislistanum og spældi seg til EM-endaspælið, sum var í Fraklandi í 2016.
Hetta er einastu ferð, at Albania hevur spælt í einum endaspæli. Úrsltiini seinastu árini hava ikki verið so góð, men nú roynir Balkan-landið at gera tað aftur. Tað eydnaðist ikki at vinna á Póllandi í fyrsta umfari í mars, men leygarkvøldið vann Albania 2-0, tá Moldova vitjaði. Nú eru Føroyar á skránni.
Les eisini:
Albania ikki eins stórur favorittur sum Kekkia
Lutfalsliga lítil áhugi fyri landsliðnum
Sí eisini:
Jákup B. Andreasen: - Føla í øllum førum at vit hava nakað at prógva
Gunnar Vatnhamar: Mugu vera meira djarvir
Kend venjaranøvn - ávís virðing fyri Føroyum
Albania hevur sterk sambond við Italia, og átta av teimum spælarunum sum eru í hópinum spæla í italskum fótbólti. Flestu av hinum spælarunum eru eisini í sterkum deildum, og tekniskt sterku albanarnir kunnu veruliga geva føroyingunum høvuðbrýggj.
Sum vanligt er tó nakað av virðing fyri føroyska liðnum - serliga tá spælt verður á Tórsvølli. Høvuðsvenjarin Sylvinho segði á tíðindafundi í gjár, at Føroyar eru eitt torført mótstøðulið, ið serliga hava styrkir í fysisika partinum. Fryntligi brasliumaðurin, ið millum annað hevur vunnið Champions League við Barcelona sum vinstri bakkur, staðfesti eisini, at føroyska liðið kann nýta ymiskar leikskipanir, so man veit ikki heilt, hvat væntast kann í kvøld. Håkan Ericson staðfesti eisini á tíðindafundi í gjár, at talan verður um øðrvísi uppstilling enn móti kekkum.
Sí eisini:
Fara ikki at spæla við trimum miðverjum í morgin
Skulu vera kaldari í støðunum og flyta fleiri fólk fram
Sylvinho tók við sum landsliðsvenjari í Albania 1. januar. Sítt seinasta kappingarár sum yrkisspælari var 2009-2010 í Manchester City, og tá kom hann at kenna Gunnar Nielsen, sum spældi ein Premier League-dyst ta kappingarárið. Teir hava havt nakað av sambandi síðani, og Sylvinho segði soleiðis um føroyska málverjan, tá Tróndur Arge spurdi inn til sambandi:
- Tað var beint áðrenn eg gavst. Eg minnist væl Gunnar Nielsen. Ein super fýrur! Ógvuliga fittur maður og dugnaligur málverji, sum eg var glaður at hoyra frá herfyri.
Venjarin úr Brasil var fryntligur (Mynd: Sverri Egholm)
Sylvinho við krossaðum ørmum í miðjuni. Annar av hjálparvenjaraunum, sum stendur til høgri, er argentinin Pablo Zabaleta, sum serliga er kendur fyri sína tíð sum spælari í Manchester City (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Ylber Ramadani (Mynd: Sverri Egholm)
Spælarin, sum var við til tíðindafundin, var Ylber Ramadani. Hann hevur eisini havt føroyskan liðfelaga. Nú spælir 27-ára gamli miðvallarin fyri skotska Aberdeen, men var í nøkur ár liðfelagi við Viljorm Davidsen í Vejle.
- Tað verður heilt vist ein trupul dystur fyri okkum – tað er eingin lættur dystur í altjóða fótbólti longur. Vit vænta ein dyst við nógvum nærdystum, har vit kunnu vænta at veruliga skula stríðast í 90 minuttir.
Ramadani sigur seg kenna føroyskan rímiliga væl, tí hann hevur spælt í Danmark í fýra ár, og tí hann hevur havt føroyska liðfelaga.
Til seinast spurdu vit Sylvinho ein spurning, sum útlendsk tíðindafólk ofta spyrja: Hvussu tað ávirkar eitt lið, sum vanliga spælir á grasi, at skula spæla á graslíki.
- Tað skal so ikki vera ein umbering hjá okkum, at vit spæla á graslíki. Tað er meira vanligt kring heimin nú - eisini í Brasil - og talan er um ein góðan vøll her á Tórsvølli, sum man kann spæla góðan og skjótan fótbólt á.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli í kvøld verður klokkan 19.45. Portalurin verður á staðnum, og vit hava ymiskt tilfar. Kringvarpið vísir og sigur frá dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald