- Nýggjur høvuðsungdómsvenjari er settur, og tað er so als ikki ein hvør. Nýggi høvuðsungdómsvenjarin hjá AB er nevniliga eitt av heilt kendu nøvnunum í føroyskum fótbólti, Allan Mørkøre, sum hevur skrivað tvey ára sáttmála við AB.
Hesum boðar Argja Bóltfelag frá á Facebook-síðu sínari í dag.
Klaksvíkingurin kemur úr einum starvi sum høvuðsungdómsvenjari hjá FC Hoyvík, har hann hevur verið við til at flutt ungdómsfótbóltin í felagnum frameftir. Nú skiftir hann postnummar 188 út við postnummar 160 í fótbóltshøpi, sum AB skrivar, men Allan Mørkøre er vanur við at takast við fótbólt á Argjum
- Allan, sum er blivin 51 ára gamal, er gamal í garði í føroyskum fótbólti, og hevur bæði drúgvar leikara- og venjararoyndir. Vit kenna hann væl úti á Argjum, tí hann hevur í fleiri umførum verið venjari hjá besta mansliðnum, og eisini gjørdist hann føroyameistaravenjari við okkara U21-liði í 2018.
Hann kom út á Argir sum spælari eftir summarsteðgin 2007, og í árunum 2008-2010 var Allan venjari hjá besta mansliðnum hjá AB - partvíst leikandi venjari. Í 2008 førdi hann liðið up í Betrideildina aftur, og í 2009 helt AB sær uppi fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Allan Mørkøre hevur eisini staðið á odda fyri ungdómsliðum á Argjum og vunnið FM í 2018. Árið fyri tók hann við hjá næstbesta liðnum, sum var í 2. deild, eftir summarsteðgin og við sigrum í helminginum av dystinum, bjargaði AB sær plássið í deildini. Nú fegnast tey á Argjum um, at Allan er aftur, og er hetta liður í langtíðarætlanini hjá felagnum:
- Vit stórfegnast um at hava fingið ein so royndan og dugnaligan venjara, ið óivað hevur eina rúgvu at læra frá sær. Hetta er ein liður í langtíðarætlanini hjá felagnum um at flyta seg frameftir, og við Allani Mørkøre í felagnum eru vit sannførd um, at okkara ungdómur somuleiðis kann lyftast upp á eitt betri og hægri støði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald