Í løtuni stendur væntað fráferð at vera til Keypmannhavnar klokkan 12.20, men so verður ikki.
Einki flogfar er í Vágum í løtuni, og tað sum skal nýtast til omanfyrinevndu ferð - sum millum annað skal fáa landsliðið av landinum - stendur framvegis í Keflavík.
Sum Portalurin skilur, eru ferðafólkini í Íslandi í flogfarinum nú og verður ein roynd gjørd at seta kós móti Føroyum og lenda. Tað kom upprunaliga úr Keypmannahavn í gjár og var nær við at lenda seinnapartin, men noyddist ístaðin til Keflavíkar - eftir at tað eisini hevði verið í "holding" eina góða løtu.
Les meira: Landsliðið strandað í Føroyum tvey samdøgur áðrenn lagnudystin í Skopje
Les eisini: Stór óvissa um nær føroyingarnir koma til Skopje
Í løtuni stendur tað til at lenda klokkan 12.15. Tað er ivasamt, um umstøður eru til tess. Tað er framvegis tjúkkur mjørki við flogvøllin, tað er síðuvindur, og ættin er sunnan - hetta er kent sum "mjørkaætt" á flogvøllinum. Hendan stendur við allan dagin og í morgin.
Um tað skuldi gingið, sleppur landsliðið avstað í fyrsta lagi klokkan 13 - umleið 45 minuttir ganga ímillum, at eitt flogfar lendir, til tað gongur avstað aftur. Síðani fer landsliðið víðari við leiguflogfarið ella umvegis Vienna til Skopje, og verður á staðnum í Norðurmakedónia einaferð í kvøld.
Spælarar og venjarar bíðaðu eina løtu á flogvøllinum í gjár og síðani í fleira tímar á Hotel Vágum. Tað gekk heldur ikki lenda í gjárkvøldið - síðani sluppu landsliðsspælararnir heim (Mynd: Sverri Egholm)
Í løtuni avhongur alt tó av, at eitt flogfar lendir í Vágunum - tað er framvegis óvist, hvussu skjótt tað gongur við tí.
Evropeiska hondbóltssamgongan er kunnað um støðuna. Sum útgangsspunkt kann ikki væntast, at man fær útsett dystin. Um tað ikki eydnast at møta upp í norðurmakedónska høvuðsstaðnum áðrenn í annaðkvøld, tapa Føroyar helst 10-0. Hetta er tó ikki nakað serligt uppi beint nú, tí tað eru framvegis yvir 30 tímar til dystin. Í HSF arbeiða tey við at fáa landsliðið skjótt og trygt fram til Skopje.
Portalurin fylgir gongdini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald