Annað

Amboðsfimleikarar luttaka í norðurevropiskari kapping í Wales

Í kappingini luttaka øll norðurlondini umframt Skotland, Wales og Ongland.

2021-11-12 07:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tólv av fremstu fimleikarum í amboðsfimleiki fóru í gjár yvir til Cardiff í Wales at kappast um norðurevropiska meistaraheitið (NEC).

Í kappingini, sum verður leygardagin og sunnudagin, luttaka øll norðurlondini umframt Skotland, Wales og Ongland. Kappast verður í øllum greinum.

Fríggjadagurin verður brúktur til fyrireiking, har fimleikararnir sleppa at royna amboðini á podium. Kappingin verður skipað soleiðis, at tað bæði verður ein liðkapping, ein all-round kapping og ein amboðskapping.

Í ferðaliðnum eru eisini landsliðsvenjararnir Razwan D. Selariu og Camelia M. Mindricel, sum seinastu árini hava sett høg mál fyri føroyskan amboðsfimleik, tveir altjóða dómarar og umboð fyri Fimleikasambandið, sum á ferðini fer at virka fyri, at Fimleikasambandið fær altjóða luttøku í FIG, altjóða fimleikasambandinum.

Fylgjast kann við úrslitum v.m. á Facebooksíðuni hjá Fimleikasambandinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder