Stutt eftir dystin móti Kroatia fyri einari viku síðani, fór Andrias Edmundsson úr landsliðsleguni. Hetta var tí, at ætlanin var at rotera í føroysku verjuni til venjingardystin móti Kasakstan týskvøldið, og tí sterki toftamaðurin hevði oddadyst á skránni í bestu pólsku deildini í kvøld.
Wisla Plock vitjaði Górnik Zabrze, sum var trý stig frammanfyri undan dystinum. Tað er liðið úr Zabrze framvegis.
Wisla legði seg annars á odda í 62. minutti, tá Lukasz Sekulski sló til.
Andrias Edmundsson og hinir í Wisla-verjuni stóðu ímóti leingi, men heimaliðið skapti møguleikar og javnaði í 79. minutti.
Harvið hevur Górnik Zabrze 30 stig fyri 16 dystir, meðan Wisla Plock og Jagiellonia hava 27 stig fyri ávikavist 15 og 14 dystir í ársins Ekstraklasa.
Tøl frá dystinum vísa, at Andrias Edmundsson stóð seg væl; serliga við at rudda nógv og væl burtur og at vinna týðandi nærdystir. Hjá summum livescore-síðum hevur 24-ára gamli toftamaðurin hægstu meting fyri hendan dystin av Wisla Plock-spælarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald