HK Follo hevur havt eitt tungt ár í bestu norsku kvinnudeildini. Liðið vann tveir av dystunum í mars, og tað gjørdi, at møguleikin at sleppa undan play-off dystum um niðurflyting var har.
Liðið hjá Anniku Fríðheim Petersen tapti tó seinastu tríggjar dystirnar - tann seinasti var sunnudagin - og harvið skal Follo nú spæla fyri lívinum í deildini.
Tað verður ímóti Volda úr Møre og Romsdal. Fyrsti dysturin er á heimavøllinkm hjá Follo sunnudagin 28. mars, og Volda tekur ímóti mikudagin 1. mars.
Vinnur annað liðið báðar hesar dystirnar, so er uppgerðin avgjørd. Annars skal ein triði dystur til. Follo er sum vera man favorittur.
Tað hevur verið svingandi við spælitíð hjá Anniku Fríðheim Petersen seinastu mánaðirnar. Sum skilst er møguleiki fyri, at hon ikki heldur fram í Follo, og er áhugi aðrastaðni frá.
Hesa vikuna og í øllum førum nakrar dagar í næstu viku, skulu Annika og liðfelagirnir hugsavna seg um at stríðast fyri plássinum, og kann ein málverji hava stóran týdning í slíkum.
Tað er tó framvegis óvist um Annika kann spæla ein leiklut í fyrsta dystinum. Ein skaði í tjúkkanum hevur darvað hana síðani EM-undankappingardystin í Íslandi fyri 17 døgum síðani. Nú snýr tað seg um at venja upp til seinastu dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald