Fyri 13 mánaðinum síðani átti hann einki evropeiskt mál, men Árni Frederiksberg hevur av álvara gjørt bart í Champions League, síðani KÍ fór í gongd við evropeiska ævintýrið í fjør:
- 10 dystir og 11 mál.
Hagtølini tala fyri seg, og eru tey púra óhoyrd í føroyskum fótbólt. Eingin føroyskur fótbóltsspælari hevur 10 mál ella fleiri í evropeiskum høpi fyri eitt føroyskt felag, og Klæmint Andrasson Olsen, sum hevur 10 evroepisk mál samanlagt - 7 fyri NSÍ og trý fyri Breiðablik - varð yvirhálaður í kvøld, tá fyrrverandi liðfelagin skoraði tvey mál fyri KÍ í 3-2 sigrinum á Malmö.
Sí eisini: Árni og KÍ vunnu - Malmö fer víðari
Bólturin fer her í netið hjá Malmö FF - talan var um beinleiðis horna: Eitt "Árnaspark" (Mynd: Sverri Egholm)
Árni Frederiksberg hevur nú skorað tvey mál móti Ferncvárosi, tvey móti BK Häcken, tvey móti Molde, tvey móti Differdange og nú trý móti Malmö í Champions League.
Harvið samanlagt 11 mál og føroyskt met í evropeiskum fótbólti. Hjartaliga tillukku til Árna Frederiksberg við hesum flott avrikinum.
Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, týsdagin 30.07
KÍ - Malmö FF 3-2 (1-1) - 4-6 samanlagt
2' Alexander Berntsson (Árni Frederiksberg) 1-0
13' Hugo Bolin (Sergio Pena) 1-1
59' Anders Christiansen (br.) 1-2
65' Árni Frederiksberg 2-2
90+5' Árni Frederiksberg 3-2
Sí eisini: Árni: Champions League við Djúpumýru er nakað heilt serligt (Video)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald