Fótbóltur

Arsenal raknaði við aftur - vann fyri fyrstu ferð síðani 1. november

Liðið hjá Lampard megnaði sum so einki at gera við kreppurakta liðið hjá Arteta í London-uppgerðini. Arsenal er nú á 14. plássi - Chelsea hevur tapt tríggjar útidystir á rað og er uttanfyri topp-fýra.

Mikel Arteta fegnast saman við einum av málskjúttunum, Granit Xhaka (Mynd: EPA)

Mikel Arteta fegnast saman við einum av málskjúttunum, Granit Xhaka (Mynd: EPA)

2020-12-26 19:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. november vann Arsenal 1-0 á Old Trafford við brotssparksmáli frá liðformanninum Pierre-Emerick Aubameyang. Tá sá gott út hjá Mikel Arteta og hansara monnum, men síðani gingu sjey dystir í Premier League uttan sigur - í hesum dystunum fekk Arsenal bert tvey stig.

Í kvøld bragdaði. Trý stig komu í hús, og tað var ikki í einari og hvørjaði uppgerð. Chelsea vitjaði, og tískil var talan um London-uppgerð. Við einum sigri kundi Chelsea koma upp á 2. plássi og nærkast Liverpool. Men so skuldi ikki verða. Arnsela-liðið sá øðrvísi út í dag. Tað var yngri, og spældi við meira orku og dirvi. Aubameyang var til dømis ikki á vøllinum, men aðrir tóku ábyrgd.

Í 33. minutti gjørdi Reece James brotsspark, ið Lacazette umsetti. Sveisiski miðvallarin, Granit Xhaka, hevur verið fyri nógvum atfinningum, men tíggju minuttir eftir 1-0 málið fekk Arsenal fríspark úr smáum 30 metrum. Tað tó Xhaka sær av, og úrslitið varð, at støðan var 2-0 í steðginum. Tíggju minuttir eftir steðgin gjørdist ilt verri hjá Chelsea, tí eitt innlegg hjá Bukayo Saka endaði umvegis stongina í málinum aftanfyri Edouard Mendy.

[object Object]

[object Object]
Myndir: EPA

3-0 og hóast tað var á veg at gerast spennandi ímóti endanum - Tammy Abraham minkaði um munin, og Leno bjargaði brotssparki frá Jorginho í yvirtíðini - so var tað nóg mikið hjá Arsenal, ið flutti seg nakað uppeftir stigatalvuni, meðan Frank Lampard noyddist at ásanna, at hansara lið hevði tapt sín triðja útidyst á rað. 

Premier League 15. umfar
2. jóladag

Arsenal - Chelsea 3-1 (2-0)
34' Alexandre Lacazette (br.) 1-0
44' Granit Xhaka 2-0
56' Bukayo Saka 3-0
85' Tammy Abraham 3-1

Leicester - Manchester United 2-2 (1-1)
23' Marcus Rashford 0-1
31' Harvey Barnes 1-1
79' Bruno Fernandes
85' Jamie Vardy (sjálvmál)

Les eisini: Røðin hjá United støðgaði í Leicester

Aston Villa - Crystal Palace 3-0 (1-0)
5' Bertrand Traore 1-0
66' Kortney Hause 2-0
76' Anwar El-Ghazi 3-0
Reytt kort: Tyrone Mings (45' - seinna gula)

Fulham - Southampton 0-0


20.00: Manchester City - Newcastle 
           Sheffield United - Everton


Støðan  - helmingurin av liðunum hava spælt 14 dystir
1. Liverpool 31 stig
2. Leicester 28 stig *
3. Manchester United 27 stig
4. Everton 26 stig
5. Chelsea 25 stig *
6. Aston Villa 25 **
7. Tottenham 25 stig 
8. Southampton 25 stig *
9. Manchester City 23 stig **
10. West Ham 21 stig
11. Wolves 20 stig
12. Newcastle 18 stig **
13. Crystal Palace 18 stig *
14. Arsenal 17 stig *
15. Leeds 17 stig
16. Burnley 13 stig **
17. Brighton 12 stig
18. Fulham 11 stig *
19. West Bromwich 7 stig
20. Sheffield United 2 stig

*Ein dyst fleiri 
** Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder