Sølan av landsliðspakkum, ið er atgongumerki til allar heimadystirnar í UEFA Nations League 2022/2023, hevur gingið væl. Higartil eru umleið 700 landsliðspakkar seldir.
Men á midnátt hóskvøldið 28. apríl endar sølan av Landsliðspakkum, og frá fríggjadegnum 29. apríl klokkan 12 verður latið upp fyri sølu av atgongumerkjum til hvønn einstakan dyst.
Atgongumerkini eru býtt í tríggjar kategoriir (kostnaðarbólkar), og fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Í hesum sambandi kann nevnast, at til dystin móti Turkalandi, er sølan einans opin fyri føroyskum IP-adressum.
Nú Tórsvøllur fyribils er liðugt út- og umbygdur, er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum kring vøllin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald