Hondbóltur

Avgerandi kvøld fyri Kiel og Elias

Týska stórfelagið skal vinna stórt á heimavølli móti Montpellier, um tað skal eydnast at røkka Final Four í Champions League. Um føroyski spælskiparin spælir kl. 17.45 er ógreitt.

Um knæðið hjá Eliasi á Skipagøtu er nóg væl fyri til stóran leiklut fyri Kiel í kvøld - og fyri Føroyar í næstu viku - er enn ikki vist (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Um knæðið hjá Eliasi á Skipagøtu er nóg væl fyri til stóran leiklut fyri Kiel í kvøld - og fyri Føroyar í næstu viku - er enn ikki vist (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-02 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elias Ellefsen á Skipagøtu fór av vølli við pínu í knæðnum fyri ellivu døgum síðani, og tríggjar dagar seinni tapti Kiel við níggju málum í Fraklandi í fyrru Champions League-fjórðingsfinaluni.

Les eisini: Kiel fyri knúsandi ósigri í Montpellier

Harvið skal Kiel av álvara venda tí í kvøld, og spuringurin er, hvussu nógv/um føroyingurin spælir.

Sambært Kringvarpinum, sum hevur tosað við Elias sjálvan, er ikki talan um álvarasaman skaða, og kann hann skjótt spæla aftur. Tá ljóðaði, at avgerandi HM-dystirnir móti Norðurmakedónia ikki eru í vanda hjá lyklaspælaranum.

Kiel hevur einki skrivað um, hvørt Elias á Skipagøtu er tøkur ella ikki til dystin, og harvið verða vit nakað klókari um nakrar tímar.

Kiel tekur ímóti í Wunderino leikhøllini klokkan 17.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder