Fótbóltur

Avgjørt: KÍ og NSÍ spæla týsdagin

Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt, at útsetti steypadysturin millum KÍ og NSÍ verður leiktur týsdagin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-19 00:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at dysturin í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið millum KÍ og NSÍ, sum skuldi verði spældur sunnudagin 18. apríl, er fluttur til týsdagin 20. apríl

Sunnudagin var 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Men tíverri eydnaðist bara at avgreiða sjey av teimum átta dystunum.

Á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík vóru trupulleikar við tí eina málinum. Málið var buglað í sambandi við kavarudding herfyri, og tí avgjørdi dómarin, at dysturin millum KÍ og NSÍ ikki kundi setast í gongd sum ætlað.

Brekið við málinum er fingið í rættlag, skrivar Fótbóltssambandi Føroya, kappingarnevndin hevur tikið avgerð um, at dysturin í staðin skal spælast týsdagin 20. apríl.

Les eisini: NSÍ krevur at KÍ verður dømt at tapa dystin

Sí eisini: Myndir: Lappaloysnin verður ikki góðtikin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder