Lutakastið til 1. umfar í Conference League hevur júst verið. B36 og Víkingur vóru í pottinum - bæði fingu mótsstøðulið úr Lettlandi.
Myndir: UEFA
Mótsstøðuliðið hjá B36 hevur fleiri evropeiskar royndir enn tað hjá B36, men FK Liepaja er í einari niðurgongd og liggur undir niðurflytingarstrikuni, nú 18. umfør eru spæld í Lettlandi. Í fjør endaði liðið á 5. plássi.
Har liggur Auda í løtuni. Liðið spældi fyri fyrstu ferð í evropeiskari kapping í fjør og skal skjótt møta B36, sum hevur nógv góð evropeisk úrslit seinastu árini. Fín útlit hjá føroysku liðunum - lettiska deildin er styrkismett eitt pláss omanfyri Betrideildini.
B36 byrjar á útivølli og Vìkingur á heimavølli. Dystirnir verða sum útgangspunkt spældir 11. juli og 18. juli (hósdag)
HB kemur inn í kappingina í 2. umfari.
UEFA Conference League 1. umfar
FK Auda (Lettland) - B36
Víkingur - FK Liepaja (Lettland)
Sí eisini: KÍ til Luksemborg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald