Við einum málleysum javnleiki í Seravalle í San Marino í gjárkvøldið, eydnaðist tað B36 at spæla seg víðari til triðja undanumfar í royndini at koma við til bólkaspælið í Uefa Conference League.
Harvið gjørdist eina málið, sum Andras Johansen skoraði seint í dystinum í Gundadali fyri viku síðani gull vert fyri B36.
B36 skal nú møta danska superligafelagnum Viborg FF, sum spældi seg víðari við at vinna tvær ferðir 1-0 móti litaviska felagnum FK Südava.
Viborg hevur heimavøll í fyrsta dystinum, sum verður longu komandi hósdag, 4. august.
Viborg vann sær luttøku í Conference League við at vinna sokallaða niðurflytingarbólkin – altso kappingina millum tey niðast plaseraðu liðini eftir at danska kappingin varð býtt í helvt eftir 22 umfør. Bert tvey umfør eru spæld í nýggju superliga-kappingini. Viborg liggur í løtuni á 6. plássi við einum vunnum og einum taptum dysti.
Víkingur úti
Hinvegin eydnaðist tað ikki Víkingi at spæla seg víðari í Conference League. Víkingur tapti í gjárkvøldið 2-0 í Slovakia móti DAC Dunajská Streda, sum sostatt spældi seg víðari við 4-0 tilsamans.
Sostatt eru tvey føroysk lið eftir í Conference League, nú farið verður í gongd við triðja undanumfar í komandi viku.
KÍ, sum mikukvøldið vann 1-0 móti Sutjeska Niksic úr Montenegro og harvið víðari luttøku, skal í triðja umfari spæla albansku meistarunum, FC Ballkani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald