Fótbóltur

B68 hevur brádliga eitt stórt yvirskot

Undirskotið fyri 2023 var væl yvir tvær milliónir krónur - úrslitið fyri 2024 vísti eitt yvirskot upp á 1,4 milliónir..

Í oktober tryggjaði B68 sær sæti í Betrideildini fyri 2025 eisini. Felagið er farið inn í hetta árið í munandi betri fíggjarligum skørum enn í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Í oktober tryggjaði B68 sær sæti í Betrideildini fyri 2025 eisini. Felagið er farið inn í hetta árið í munandi betri fíggjarligum skørum enn í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2025-02-19 14:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið, týsdagin 18. februar, var ársaðalfundurin hjá Tofta Ítróttarfelag.

Í mun til fleiri onnur feløg, men eins og millum annað ÍF og Skála, hevur B68 nevndarval á eykaaðalfundi í august ella september.

Eftir nógv rumbul upp til fundin, viðvíkjandi millum annað venjaraspurningi og fíggjarstøðu felagsins, varð hendan nevndin vald 11. september 2024:

Formaður: Jóhannus Danielsen
Varaformaður: Jann Ingi Petersen
Peningarøkil: Trúgvi Reinert Kjeld
Skrivari: Niclas Allan Danielsen
Ungdómsábyrgdari: Johnleif Gerðisá
Nevndarlimur: Rasmus Reinert Zachhau

Tiltakslimir:
Meinhard Fróði Højgaard
Niclas F. Davidsen

Sí eisini: Fyrrverandi borgarstjóri nýggjur formaður í B68

[object Object]
Jóhannus Danielsen er nú formaður í B68 (Mynd: Sverri Egholm)

Í oktober tryggjaði B68 sær sæti í Betrideildini fyri 2025 eisini; við 4-1 sigri á seinasta leikdegi við Løkin. Nakrar dagar seinni varð greitt, at Jákup á Borg kortini helt fram. Hetta var millum annað eftir fleiri prát við nýggju nevndina.

Í gjár bar til hjá Jóhannusi Danielsen at leggja ein grannskoðaðan ársroknskap fyri 2024 fram, sum vísti eitt avlop upp á kr. 1.451.288.

Tað vil siga, at felagið, sum hevði nakað væl tvær milliónir í undirskoti í 2023, hevði nærum eina og eina hálva millión í yvirskoti í 2024. 

Sparningar vórðu gjørdar, ymiskar hægri inntøkur hava eisini verið, og sum skilst er avskriving uppá skuld eisini gjørd.

Allir roknskapir hjá feløgunum hjá FSF verða almennir í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder