Fótbóltur

B68 og B71 í fjórðingsfinalunum

B68 vann 4-0 á ÍF, har Jóhan Josephsen var heilt stóri spælarin. FC Hoyvík gav B71 trupulleikar í kvøld.

Jóhan Josephsen hevur her bóltin móti NSÍ. 19-ára gamli áleyparin skoraði trý mál í steypasigrinum í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhan Josephsen hevur her bóltin móti NSÍ. 19-ára gamli áleyparin skoraði trý mál í steypasigrinum í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-09 22:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær tær seinastu áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vórðu spældar í kvøld.

B68 vann greitt á ÍF. Jóhan Josephsen var í hopla: Leigusveinurin úr KÍ gjørdi hattrikk. Emmanuel Kulego skoraði hitti málið - hetta var fyrsta málið hjá svianum í felagnum.

B71 varð tað triðja 1. deildarfelagið, sum kom víðari í kappingini. Hetta var ikki óvæntað, men 2. deildarliðið FC Hoyvík helt dystinum á lívi. Jónatan Kjærbo legði B71 á odda fimm minuttir fyri steðgin. Tað var í 90. minutti, at Eduardo Coimbra økti - í yvirtíðini minkaði FC Hoyvík við brotssparki.

Harvið síggja fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið soleiðis út:
Víkingur - Skála
KÍ - B36
B71 - B68
EB/Streymur - AB

Tær verða spældar 2. páskadag, 21. apríl

Sí eisini: KÍ sendi steypavinnaran út í yvirtíðini - Víkingur varpaði NSÍ út

Fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmanssteypið
9. apríl
B68 - ÍF 4-0 (1-0)

Sì meira um dystin her

FC Hoyvík - B71 1-2 (0-1)

Sí meira um dystin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder