Annað

Badmintonkapping á Føroyaleikunum

Virksemið hjá Badmintonsambandinum verður skipað eitt sindur øðvísi, meðan Føroyaleikirnir eru 8.-11. juli.

(Mynd: Badmintonsamband Føroya)

(Mynd: Badmintonsamband Føroya)

2021-06-14 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

í døgunum 8.-11-juli verða Føroyaleikir, ein ítróttakapping, sum ÍSF skipar fyri, har 22 ymiskar ítróttagreinar luttaka.

Millum ítróttagreinarnar er badminton, og í hesum sambandi hevur Badmintonsamband Føroya valt at skipa hesar dagarnar eitt sindur øðvísi, bæði tí kappingin skal gerast meira enn eitt annað slag av FM, og tí, at Badmintonsambandið ynskir at menna sínar ungdómsleikarar til liðpartin í badminton, sum hevur stóran týdning tá farið verður til eitt nú Oyggjaleikir.

– Vit byrja við at menna og styrkja liðsamanhaldið við teambuilding og coaching, sum hevur stóran týdning, tá badmintonspælarar luttaka í hesari grein. Síðani er liðkapping, har vit royna vit at deila spælararnar upp, soleiðis at feløg, kyn og styrki verða blandað. Miðaða verður ímóti, at liðini eru jøvn í styrki. Endamálið er, at leikarar fáa ment og brúkt tað, sum innleiðandi dagurin hevur lært tey, skrivar Badmintonsambandið í tíðindaskrivi.

Tveir aldursbólkar verða gjørdir. Ein víðkaður U15 bólkur, har luttakararnir skulu vera føddir í 2006, 2007 ella 2008, og ein aldursbólkur fyri vaksin víðkað við U17. Sostatt er kappingin fyri øll, uttan mun til felag ella tjóðskap

Badmintonsambandið minnir tó á, at galdandi koronatilmælini skulu haldast, bæði fyri føroyskar og útlendskar leikarar og útisetar.

– Vit ásanna at tað er neyðugt at gera okkurt serstakt fyri tey ungu, tí eins og í øðrum ítróttargreinum hava vit eisini eitt ávíst fráfall. Vit fegnast um, at tey nú hava enn eina kapping at venja fram ímóti. Vit gleða okkum til góðar, mennandi og spennandi badmintondagar meðan Føroyaleikir eru, sigur Johnny í Grótinum, formaður.

Leygardagin og sunnudagin verður kapping í single, mix og double. Til allar kappingarnar verða heiðursmerki handað til trý tey bestu.

Les meira um tilmelding og Føroyaleikir på føroyaleikir.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder