
Føroyar byrjaðu EM-endaspælið lutfalsliga væl móti sterka rumenska liðnum. Tað endaði tó við, at Rumenia fór frá í 2. hálvleiki og vann 31-25.
Sí eisini: U19 EM: Føroyar bjóðaðu Rumenia av í byrjanardystinum
Bert eitt samdøgur eftir fyrsta kast í tí dystinum, skulu U19-kvinnurnar royna seg móti Spania, sum í gjár fekk flottan javnleik móti Týsklandi.
Kann stroymast fyri eitt gjald
Dysturin sæst á ehftv.com. Har er neyðugt at gera ein brúkara - tað tekur tó ikki langa tíð.
Síðani kann Føroyar - Spania keypast fyri 2.49 evrur (18 krónur). Ella kann ein keypa atgongd til allar dystirnar í endaspælinum fyri 4,49 evrur (33,50 krónur).
------------------------------------
U19 EM hjá kvinnum
2. umfar - í dag, hósdagin 10. juli í Podgorica
Kl. 11.00 Spania – Føroyar
Stroyming: ehftv.com - Dysturin kann keypast fyri tvær og eina hálva evru. Eisini er møguligt at keypa alla kappingina fyri 4,49 evrur.
Sí eisini: Marta Højgaard dagsins spælari hjá Føroyum - Gylta skein eisini í fyrsta EM-dystinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald