
Til ber at stroyma lutakastið til 3. umfar í Conference League her: Á heimasíðuni hjá UEFA
Víkingur: Tá man rýkur út úr 1. umfari í Champions League, fær man ein eyka møguleika í Conference League.
Víkingur var annað av liðnum úr Champions League, sum trekti fríumfar í 2. umfari í Conference League. Tí spæla føroyameistararnir ikki í hesari vikuni ella evropeiskt í næstu viku.
Í dag fáa víkingarnir at vita, hvørjum teir møta í august. Har eru bert tveir møguleikar nú - vinnararnir av hesum dystunum:
Winners of pairing 4: FK Žalgiris (LTU) vs Linfield FC (NIR)
Winners of pairing 5: The New Saints FC (WAL) vs FC Differdange 03 (LUX)
Av hesum ynskja víkingarnir sær helst numar 5, so man fær mótstøðu úr Wales ella Luksemberg heldur enn, helst, Zalgiris.
HB og KÍ
Her veldst luttakan í 3. umfari í Conference League um, hvørt tað eydnast at vinna í 2. umfari ella ikki.
Har hevur KÍ á pappírinum ein nakað betri møguleika - móti Radnicki úr Serbia.
Um HB óvæntað vinnur seg víðari móti Brøndby, so bíðar eitt av hesum tíggju mótsstøðuliðnum:
1 Ilves Tampere (FIN) vs AZ Alkmaar (NED)
2 St Joseph’s FC (GIB) vs Shamrock Rovers FC (IRL)
3 NK Varaždin (CRO) vs CD Santa Clara (POR)
4 KF Vllaznia (ALB) vs Víkingur Reykjavík (ISL)
5 Paksi FC (HUN) vs NK Maribor (SVN)
Tað sæst millum annað, at Víkingur Reykjavik, liðið hjá Gunnari Vatnhamar, er millum møguleikarnir.
KÍ kann renna seg í sín gamla venjara í 3. umfari - vinnaran av einum av hesum dystunum:
6 Viking FK (NOR) vs FC Koper (SVN)
7 Dundee United FC (SCO) vs FC UNA Strassen (LUX)
8 RSC Anderlecht (BEL) vs BK Häcken (SWE)
9 AIK Stockholm (SWE) vs Paide Linnameeskond (EST)
10 FC Kosice (SVK) vs FC Neman Grodno (BLR)
Sí eisini: Mikkjal og teir taptu tyðandi fet í meistarastríðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald