Fótbóltur

HB og KÍ hava stórar uppgávur hóskvøldið

HB á heimavølli móti danska stórfelagnum Brøndby og KÍ í hitanum í Serbia - talan er um fyrru dystirnir í 2. umfari í Conference League.

KÍ og HB spenna seg nú út til stríð (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og HB spenna seg nú út til stríð (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-21 20:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag gjørdist greitt, hvørjum Víkingur skal møta í 3. umfari í Conference League. Víkingur er "automatiskt" víðari til hetta umfari úr Champions League og eftir lutakast.

Sí eisini: Víkingur skal til Litava ella til Norðurírland

KÍ og HB fingu í dag at vita, hvørjum tey kunnu møta í 3. umfari. Tey skulu hesa vikuna og næstu vikuna royna at vinna seg víðari úr 2. umfari.

Talan er um truplar uppgávur - á pappírinum serliga hjá HB. Havarfelagið skal stríðast við danska stórfelagið Brøndby, meðan KÍ spæla móti serbiska Radnicki 1923 (nummar fimm síðsta kappingarár)

Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli 

19.00: Radnicki 1923 - 

19.45: HB - Brøndby

Atgongumerki kunnu keypast her

HB byrjar á heimavølli, og stórur áhugi er fyri dystinum - bæði millum føroyingar og hjá Brøndby-áskoðarunum. HB er beinleiðis í 2. umfari sum steypavinnari.

KÍ kom víðari móti finska SJK við tveimum sigrum í 1. umfari. Liðið hjá Magnusi Powell skal spæla í nakað yvir 30 higastigum hóskvøldið. KÍ-hópurin er í kvøld farin av landinum.

Arvafíggindarnir fara báðir eftir góða útgangsstøðinum.

Meira um dystirnar á Portalinum seinni í vikuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder