Fótbóltur

Bólturin í Betrideildini fer nú á rull aftur

B36 tekur ímóti TB í kvøld, ólavsøkuaftan, klokkan 19.15. FM1 sigur frá dystinum - til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum. B36 skipar fyri fjepparagongu úr Blábar eftir kappróðurin.

TB og B36 bresta saman til ólavsøkudyst - í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin og í tí fyrsta í 17. umfari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

TB og B36 bresta saman til ólavsøkudyst - í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin og í tí fyrsta í 17. umfari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-28 13:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

6. juli spældi B36 seinasta dystin undan summarsteðgin. Tá endaði tað 2-2 í grannauppgerðini í Gundadali - hóast B36 var á odda 2-0 og í yvirtali.

Sí eisini: Jákup Martin Joensen: - Tordu ikki at vera til staðar síðstu løtuna

Nú summarsteðgurin í fremstu mansdeildini er av, er tað B36, sum spælir fyrsta dystin. Hann verður ímóti botnliðnum TB í kvøld klokkan 19.15.

B36 er á 4. plássi og skal royna at vinna seg longur frá Víkingi og EB/Streymi.

Hetta er ikki ein av dystunum, sum TB beinleiðis kann vænta at fáa stig í, men alt er kærkomið hjá liðnum, sum nú hevur danan Thomas Thinggaard sum oddamann. 

Í sambandi við ólavsøkuna, skipar B36 fyri sonevndari fjepparagongu úr Blábar. Ætlanin er at hittast klokkan 18 og fara umleið klokkan 18.25; harvið nakað eftir ólavsøkuróðurin. Har verður eitt sindur gjørt burturúr, og nógv fólk væntast í góðveðrinum í Gundadali.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn úr Gundadali og samrøður eftir dystin. 
Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

Betrideildin 17. umfar
Ólavsøkuaftan, 28. juli
19.15: B36 - TB

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder