
Katowice, Pólland (Portalurin): Teir skuldu upprunaliga ikki verið við í hesum HM-endaspælinum. Í U20 EM-endaspælinum í fjør endaðu Føroyar eitt pláss undir tí kravda fyri at eisini spæla seg til U21 HM.
Les eisini: Ævintýrið hjá 04- og 05-árgangunum er av
Føroysku dreingirnir í 04- og 05-árgangunum endaðu nummar 18 eftir ein harðan bólk og eina heilt løgna kappingarskipan, sum gjørdust avgerandi. 17. plássið var kravið. Men tá Ný Sæland fyrst í februar noyddist at geva avboð, fór plássið hjá liðnum úr Oceania til tað hægst styrkismetta evropeiska liðið, ið annars ikki var við.
Føroyingar tóku av og hava seinastu ellivu dagarnar veruliga víst, at man hoyrir heima á stóra HM-pallinum. Man kom inn sum lægst styrkismett, men sigrar á Norðurmakedónia, Rumenia, Fraklandi og Slovenia, umframt javnleikur móti Íslandi, sendu Føroyar í sína fyrstu HM-hálvfinalu í hondbólti.
Liðið endar harvið í topp-fýra av teimum 32. Føroyar hava framvegis ikki tapt ein dyst av týdningi eftir 60 minuttir - dystin móti Danmark í meginumfarinum "seldi man" við at millum annað hvíla Ísak Vedelsbøl og Óla Mittún. Í hálvfinalugysaranum móti EM-silvurvinnarunum úr Portugal skuldu 80 minuttir til fyri at koppa Føroyum.
Portugisar stríddust hart fyri at royna at halda Óla Mittúni...
Dagsins spælari - særdur og syrgin eftir søguligu og øðilgu hálvfinaluna
Myndir: Sverri Egholm
Hóast sterka og flotta avrikið var tað sjálvandi eitt vónbrot, tá finaluplássið var so nær við. Men kundi peika á fleiri støður, har man burdi gjørt okkurt øðrvísi, men samumtikið vóru tað smáir marginalar.
Nú hava teir á føroyska liðnum fingið sleikt sárini undan uppgerðini við sviar í dag, sunnudagin seinnapartin: Man skal "í kríggj aftur", staðfesti venjarin Hjalti Mohr Jacobsen fríggjakvøldið.
HM bronsudystir
Sunnudagin 29. juni
16.00: Føroyar - Svøríki
Søguligur dystir móti kendum svenskum mótstøðuliði - HM-toppskjúttin spælir helst
Tá hesir árgangirnir spældu í 2022, í allarfyrstu royndini í kappingardysti hjá 04- og 05-árgangunum í U18 EM, vann Svøríki 32-29. Tá skoraði Óli Mittún 17 mál. Árið eftir skoraði Óli aftur 17 mál móti svium- Tá var tað nóg mikið hjá Sävehof-spælaranum og hinum at vinna ein flottan 34-31 sigur. Hann sendi Føroyar víðari í U19 HM - og Svøríki í "President's Cup" (taparaendaspælið)
Sí samrøðu við Óla frá sigurinum: - Hetta er næstan óbeskriviligt
Júst Óli Mittún fekk fýra pentur beint omanfyri høgra eyga eftir ógvusliga takkling í seinastu løtu móti Portugal
- Eg havi tað sum so fínt nú men eitt sindur ilt. Eg vænti, at eg spæli í morgin, segði hann við Portalin í gjár.
Sí eisini: - Spæli í morgin um alt gongst væl
Sí eisini: - Babba og mammubeiggi fingu meg at hugsa um okkurt annað
Opið sár kom við eygnabrúnna til vinstru hjá Óla. Helst skal hann hava eina ella aðra verju til bronsudystin í morgin (Mynd: Sverri Egholm)
Óli er í løtuni HM-toppskjútti við 64 málum, og hevur føroyski úrmælingurin eisini lagt upp til flest mál í kappingini (54). Tað er av alstórum týdningi, at fyrrverandi Sävehof-spælarin spælir í dag - og spælir upp til sítt høga stig.
Høgni Højsted spældi ikki í hálvfinaluni, tí hann fekk ein fingur í eyga í fjórðingsfinaluni hósdagin. Tað dukaði ov nógv í eyganum hjá høgra bakkinum, tá hann royndi at renna fríggjadagin. Eftir fleiri kanningar í gjár er avgjørt at gera eina nýggja roynd í dag.
Høgni Højsted fekk ein fingur í eyga í fjórïngsfinaluni (Mynd: Sverri Egholm)
Vónandi eru føroyingar fullmannaðir og topptunaðir til at fara eftir einum søguligum heiðursmerki í dag. Svenska liðið er sterkt, har Axel Månsson - næstbesti toppskjútti í HM og ársins ungi spælari í Svøríki - er stóri profilurin.
Spurningurin er so, hvussu heilhugaðir sviar eru eftir bronsuni. Teir taptu hálvfinaluna móti Danmark eftir longda leiktíð fríggjakvøldið. Í øllum førum eru teir favorittar á pappírinum í dag, men 04- og 05- árgangirnir hjá Føroyum fara eftir at gera eitt seinasta stóra sprell saman á stóra pallinum; hetta í royndini eftir at koma á heiðusmerkjapallin.
Dysturin klokkan 16 stendur á skránni hjá Kringvarpinum.
Eins og til hinar dystirnar í EM-endaspælinum, er Portalurin á staðnum við beinleiðis bloggi. Vit dagføra støðuna - eisini við teksti og myndum. Eisini hava vit viðmerkjingar og annað aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald