- Tað er ein maður, sum hevur húsast á fínum adressum, ið nú verður at síggja inni í Vika. Hann er føddur í Huddersfield, men flutti á ungum árum til Liverpool, har hann í fimm ár var partur av akademinum hjá enska stórfelagnum. Marley spældi á U18-liðnum hjá felagnum og hevði eisini onkra hendinga venjing við Premier League-stjørnunum. Í 2018 skifti hann til annað Premier League-felag, Burnley, har hann var partur av U21-liði felagsins í hálvtannað ár.
Soleiðis skrivaði AB á heimasíðu sínari í februar í fjør, tá felagið hevði fingið fatur á einum bretskum vongi.
Marley Blair hevur royndir úr lægri ensku deildunum og úr bestu íslendsku deildini, har hann í 2021-2023 spældi fyri Keflavík.
Í fjør spældi Blair við AB í 1. deild. Hann gjørdist toppskjútti fyri liðið av Argjum, sum ikki flutti upp.
Marley Blair sleppur tó at spæla í Betrideildini í 2025; hetta við HB. Felagið hevur heintað hann "yvir um ánna". Fleiri føroyskir miðlar skýra hetta eitt "óvæntað skifti" - millum annað in.fo sum bar søguna fyrst.
HB kunngjørdi spælarin seinni á degnum í gjár. Nú 25-ára gamli vongurin er lagdur afturat hópinum, sum hevur mist millum annað Áka Samuelsen og Emmanuel Duah, í mun til síðsta kappingarár. Báðir eru vengur.
Sambært bolt.fo er eisini ivamál um Mohammed Samba, ið annars hevur sáttmála, heldur fram í HB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald