Tríggir dystir vóru leiktir í Burn-Deildini um vikuskiftið.
Í høllini á Hálsi var bæði spenningur og dramatikkur, tá Neistin í gjár tók ímóti VÍF. Gestirnir vóru á odda 15-16 í steðginum.
Tá støðan var 28-30 var ein steðgur í dystinum. Orsøkin til steðgin var, at dómaraborði fór at telja hvussu nógv mál vóru komin í dystinum. Støðan varð broytt til 29-30. Hetta eina málið kom væl við hjá Neistanum, ið javnaði beint fyri tíð.
Endaliga úrslitið gjørdist javnleikur 35-35, men VÍF hevur kært úrslitið til HSF.
Í Kollafirði tók H71 stigini við aftur til Hoyvíkar, eftir ein 24-22 sigur á KÍF.
Leygardin tók Kyndil ímóti STÍF. Har vunnu strandingar 28-25.
Burn: Deildin Menn:
10.10
Kyndil – StÍF 25-28 (10-10)
11.10
KÍF – H71 22-24 (11-11)
Neistin – VÍF 35-35 (15-16)
Støðan:
1. Neistin 9 stig
2. H71 6 stig
3. VÍF 5 stig
4. KÍF 4 stig
5. Team Klaksvík 4 stig
6. STÍF 4 atig
7. Kyndil 2 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald